Bæði Steven Gerrard og Fernando Torres vóru á vøllinum allan dystin, tá Liverpool í kvøld tapti í Fraklandi. Tað sá leingi tú til at endað við javnleiki, men fimm minuttir fyri tíð skoraði Lille einasta málið í dystinum.
Lille byrjaði dystin betri, men tað var Liverpool, ið fekk stórsta møguleikan í fyrra hálvleiki. Torres spældi Ryan Babel leysan, men málmaðurin hjá Lille, Mickael Landreau, bjargaði væl. Landreau bjargaði eisini væl, tá fyrst Gerrard royndi seg við frísparki, og eftir fylgjandi tá Torres stútaði úr stuttari fjarstøðu.
Í seinna hálvleiki hevði Lille nøkur skot, ið góðu Liverpool málmanninum, Pepe Reina, trupuleikar. Fimm minuttir fyri tíð, bragdaði hjá heimaliðnum. Eden Hazard sendi fríspark inn í brotssteigin. Bólturin fór framvið vinum og fíggindum og endaði í málinum.
Hetta er fimtanda tapi hjá Liverpool hetta kappingarárið, tá allar kappingar verða íroknaðar.
Í Torino vann Juventus 3-1. Nicola Legrottaglie legði Juventus á odda tíðliga í dystinum eftir horna. Um miðjan fyrra hálvleik økti Jonathan Zebina til 2-0, áðrenn Dickson Etuhu minkaði um munin fyri Fulham. David Trezeguet skoraði til endaliga úrslitið 3-1 við seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki.
Europa League úrslit í kvøld:
Lille - Liverpool 1-0
1-0 Eden Hazard(85)
Atlético Madrid - Sporting Lisbon 0-0
FK Rubin Kazan - VfL Wolfsburg 1-1
Hamburg SV - Anderlecht 3-1
Benfica -Marseille 1-1
Juventus- Fulham 3-1
Panathinaikos - Standard Liege 1-3
Valencia - Werder Bremen 1-1