Øll tey stóru uttan Ongland

Nú er greitt, hvørji sekstan vera við í lutakastinum til EM endaspælið, sum verður annan sunnudag

Eftir at tað hevur verið kappast síðani í september 2006, er tað nú greitt, hvørjar sekstan fótbóltstjóðir vera við í hattinum, tá ið tað annan sunnudag verður kastað lut um, hvussu europeisku fótbóltstjóðirnar skulu bólkast í endaspælinum, sum verður í Sveis og Eysturríki í juni næsta ár.

Tær stóru europeisku fótbóltstjóðirnar hava allar spælt seg í endaspælið við einum undantaki. Undantakið er Ongland, sum kiksaði á Wembley í kvøld.

At Ongland ikki megnaði at spæla seg í endaspælið ber við sær, at eingin av bretsku fótbóltstjóðunum (Ongland, Skotland, Wales, Norðurírland og Írland) vera við í endaspælinum.

Tey sekstan, sum hava spælt seg í endaspælið, eru:

Sveis, Eysturríki (vertir)

Pólland og Portugal (A)

Italia og Frakland (B)

Grikkaland og Turkaland (C)

Tjekkia og Týskland (D)

Kroatia og Russland (E)

Spania og Svøríki (F)

Rumenia og Holland (G).

Endaspælið verður í Sveis og Eysturríki frá 7. og til 29. juni.