Tað er rættiliga greitt, at nýval verður skrivað út til Løgtingið fyrsta dagin, helst í morgin.
Løgmaður segði í Degi og Viku í kvøld, at vit kunnu rokna við einum desembervali.
Tá eingin av andstøðuflokkunum er sinnaður at stuðla tí, ið eftir er av samgonguni, so er ikki annar møguleiki hjá løgmanni enn at skriva út nýval.
Ein fíggjarlóg skal samtykkjast fyri nýggjár, men neyvan er hugsandi, at annað politiskt arbeiðið verður framt. Tað ber til at samtykkja eina fíggjarlóg aftan á valið, um tað til dømis verður í aðru viku í desember. Men mest hugsandi er, at ein provosorisk – ella ein framskrivað fíggjarlóg verður samtykt fyri valið.
Um valið verður skrivað út í morgin, so kann tað í fyrsta lagið haldast mikudagin 7. desember og í seinasta lagi mikudagin 14. desember. Eitt gott boð upp á ein valdag er tí leygardagin 10. desember.