Vit hava spurt Beinir Johanesen, løgmann, hvørja hugsan hann hevur um tað?
– Endaliga avgerðin verður ikki tikin, fyrr enn tunnilin er liðugt projekteraður, tað vil siga um eini tvey ár, sigur løgmaður.
– Vit bíða og vita, hvussu tað gongur. So er tað treytað av prísi og rentu, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at vit skulu hava ta bestu fíggingina til ta bestu rentuna og til besta keypið.
– So er spurningurin, hvat er tað besta, og har er man opin fyri øllum møguleikum, sigur hann.
– Ert tú so eisini sinnaður at taka eitt ríkislán úr Danmark fyri at fíggja tunnilin?
– Um tað er besta renta og besta keyp, so er tað eisini ein møguleiki við ríkisláni. Men tað er øgiliga avgerandi, hvørja rentu vit fáa. Prísurin er eisini avgerandi fyri, hvussu svangur marknaðurin er tá. Eru fleiri, sum vilja byggja tá, so ávirkar tað eisini prísin rætta vegin, sigur hann.
– Men kunnu vit ímynda okkum, at komið verður til ta niðurstøðu, at hetta verður ov dýrt, og at vit bíða eitt sindur?
– Ja, um tað verður dýrari og rentan ikki er júst tann rætta. Vit hava ikki sett nakað evstamark. Eg trúgvi, at øll hava sítt evsta mark, bæði til prís og rentu, sigur løgmaður.
– Men hvar er evsta mark hjá løgmanni so?
– Tað hevur verið tosað um eina samlaða verkætlan upp á fimm milliardir krónur. Fýra milliardir til tunnilin og eina til restina. Tað er tað, sum hevur verið tosað um í Løgtinginum.
– Verður tað soleiðis, og verður rentan heilt hóskandi, so verður tað har á leið. Men hinvegin, verður tað ein nógv hægri prísur, men rentan nógv betri, so er tað kanska eisini yvirkomiligt, sigur løgmaður.
– So tað eru hesi viðurskiftini, sum spæla inn alla tíðina.
Løgmaður sigur, at hann hevur ongar trupulleikar við at taka eitt ríkislán, sum – væl at merkja – er til vanligar bankatreytir og ikki bundið at øðrum krøvum um heilt onnur viðurskifti, soleiðis sum vit upplivdu í nítiárunum.
– Er tað til vanligar bankatreytir, so er tað fínt, sigur løgmaður.











