Løgmaður vertur fyri norðurlendskum leiðarafundi í Danmark

Løgmaður og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, verða vertir, tá stjórnarleiðararnir í Norðurlondum hittast í Danmark hósdagin 20. august.

Verjusamstarv, trygdin hjá børnum á netinum og støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum eru á skránni.

 

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin verður á Høvelte Kaserne, sum er høvuðsstøðin hjá Den Kongelige Livgarde, og á Marienborg.

 

Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður, verða vertir fyri fundinum.

 

Eitt høvuðsevni verður, hvussu Norðurlond kunnu styrkja verjusamstarvið og felags hernaðarligu tilbúgvingina.

 

– Vit skulu fyrst og fremst umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um hernaðarligu uppbyggingina og økja felags fyribyrgingarmegi okkara, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau.

 

Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump fleiri ferðir hevur sett fram móti Danmark og Grønlandi.

 

– Tað er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon.

 

Føroyar og Grønland á skránni

 

Eitt annað mál á fundinum verður støðan hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum.

 

Sambært danska forsætismálaráðnum verður tosað um »fulla og javnbjóðis luttøku Føroya og Grønlands í norðurlendska samstarvinum«.

 

Leiðararnir skulu eisini umrøða, hvussu Norðurlond í felag kunnu verja børn og ung móti vandum á netinum.

 

Umframt løgmann og donsku forsætisráðfrúuna luttaka stjórnarleiðarar úr Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, og Katrin Sjögren, stjórnarleiðari í Álandi, verða eisini við.

 

Fundurin byrjar á Høvelte Kaserne, har danski verjuleiðarin, Michael Wiggers Hyldgaard, eisini verður við.

 

/Ritzau/