Spyr nær bróstskanningar byrja í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava at vita, nær MR-skanningar av bróstum kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Landsstýriskvinnan segði fyrr í ár, at fyrireikingarnar væntandi skuldu vera lidnar undan summarfrítíðini.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um skanning av bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Hon spyr, um Sjúkrahúsverkið nú er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, sum skulu til fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Hon vil eisini hava at vita, um bróstskanningar longu verða gjørdar í 3 Tesla-skannaranum á sjúkrahúsinum. Um so ikki er, spyr hon, nær væntast kann, at fyrstu MR-skanningarnar av bróstum kunnu setast í verk.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at landsstýriskvinnan í svari upp á ein fyrispurning fyrr í ár segði, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar væntandi skuldu verða klár undan summarfrítíðini í ár.

 

– Nú summarferian er farin aftur um bak, loyvi eg mær at seta henda fyrispurning, fyri at vita, hvør støðan er í hesum máli, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Fyrispurningurin varð settur í dag, 14. august.