Løgmansfinalan verður flutt

Fótbóltur: Finalan um Løgmanssteypið verður helst flutt frá fyrst í august mánað til síðst í juni ella fyrst í juli

Tað er nógv, sum bendir á, at finalan um løgmanssteypið, sum higartil hevur verið fyrst í august, verður flutt til síðst í juni ella fyrst í juni.

Á fundinum við fótbóltsfeløgini, sum var í Havnini leygardagin, legði FSF tíðarætlanina fyri kappingarárið í 1998 á borðið, og har verður skotið upp, at finalan í kappingini um løgmanssteypið verður sunnudagin 5. juli ella sunnudagin 2. august.

Feløgini góvu greitt til kennar, at tey ynskja, at finalan verður 5. juli og harvið fer at markera endan á fyrru leikhálvu, í staðin fyri at markera byrjanina upp á seinnu hálvu.

Tað hevur verið víst á, at dygdin í spælinum hevur ikki verið so góð fyrst í august, sum hon hevur verið síðst í juni og fyrst í juli, og síðani Europa Cup luttøkan hjá føroysku feløgunum er flutt til at vera í juli er eitt argument komið afturat fyri at flyta finaluna til endan á fyrru leikhálvu, og nú bendir nógv á, at tað verður gjørt álvara av hesum.

At flyta finaluna til á ólavsøku, sum fleiri ferðir hevur verið í uppskoti, kemur ikki uppá tal longur, tí hetta er akkurát, tá føroysku feløgini spæla í Europa Cup.

Á fundinum var viðgjørt, hvussu samansetingin skal vera í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið. Hugburðurin hjá nógvum er, at higartil hava verið ov nógv veik lið í bólkaspælinum, og at hetta hevur havt við sær, at bestu liðini hava spælt dystir, sum als onga venjing hava givið teimum.

Tað kann væl vera, at hetta verður broytt, soleiðis at bólkatalið verður lækkað úr fýra og niður í tríggjar, og at fleiri av veikaru liðunum skulu spæla innleiðandi fyri at sleppa í bólkaspælið.

Fyrsta umfarið í bólkaspælinum ætlast at vera leygardagin 5. apríl, og fyrstu innleiðandi dystirnir verða leygardagin 22. mars. Í páskafrítíðini verður spælt skírisdag, páskaaftan og 2. páskadag, sum verður 13. apríl.

Sambært ætlanina, sum FSF kunngjørdi leygardagin, so verður fyrsta umfar í landskappingini í 1. deild spælt sunnudagin 3. mai. Níggjunda og síðsta umfarið undan summarsteðginum ætlast at verða sunnudagin 28. juni, og eftir summarsteðgin verður fyrsta umfarið longu 2. august.

Síðsta umfarið verður sunnudagin 4. oktobur, og kappingarárið fer at enda 13. ella 14. oktobur, tá landsliðið fer at spæla fyri síðstu ferð.