Tvey fólk vórðu funnin lívleys á einum bústaði í býnum seint mánakvøldið lokala tíð. Tað skrivar Grønlands Politi á heimasíðu síni.
Løgreglan er framvegis á staðnum og hevur sperrað økið av, meðan kanningararbeiðið fer fram.
Samstundis heitir løgreglan á fólk, sum kunnu hava sæð ella hoyrt nakað í sambandi við málið, um at seta seg í samband við myndugleikarnar.
Løgreglan upplýsir enn ikki aldur ella kyn á teimum deyðu.
Tá løgreglan tosar um illgrunasom deyðsføll, merkir tað, at deyðsorsøkin ikki er staðfest. Tað kann vera talan um náttúrlig deyðsføll, vanlukku ella møguliga revsiverda handling.
Tí verða slík mál altíð kannað, sum um talan var um dráp, fyri at tryggja, at møgulig prógv ikki fara fyri skeyti.











