Løgtingið skal umvælast fyrti 34,2 milliónir krónur

Ein samd fíggjarnevnd mælir Løgtinginum at samtykkja uppskotið

Tað sæst í áliti frá fíggjarnvendini til uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3.

 

Tað er formansskapur Løgtingsins, Bjørt Samuelsen, Jóhannis Joensen, Johan Dahl og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sum vegna Formansskapin lagt málið fram 2. desember 2025, og eftir 1. viðgerð 4. desember 2025 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 5. desember 2025.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, saman við Landsverki.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men við ymiskum viðmerkingum.

 

Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Dennis Holm, Hanna Jensen og Magnus Rasmussen hava hesar viðmerkingar:

 

Sambært uppskotinum og viðgerðini, so tørvar løgtingsbygninginum á Tinghúsvegi 3, sum fevnir um umsiting tingsins, fundarhølir hjá nevndunum í Løgtinginum, umframt matstovu og ymiskar felags hentleikar, ábøtur.

 

Síðani í 2024 er bygningurin vorðin kannaður, eftir at onkrar av glasplátunum uttan á bygninginum brotnaðu. Løgtingið hevur í 2024 og 2025 játtað pening til arbeiðið at fyrireika eina umvæling, og higartil eru brúktar umleið 3,5 mió. kr. Staðfest er, at bygningurin má umvælast heilt inn á betong, eins og nógv vindeygu og hurðar mugu skiftast.

 

Klædningurin á bygninginum verður høvuðsumvældur og gjørdur av nýggjum sambært galdandi bygningskunngerð og fer tí eisini at vera orkudyggari. Arkitektoniska úttrykkið av bygninginum verður í høvuðsheitum varðveitt tó við neyðugum tillagingum í mun til haldbari, konstruktiónir v.m.

 

Klædningurin var lutvíst eitt listaverk, sum varð tikið niður í fjør, og tað verður endurskapt í nýggjari loysn við haldbarum glasi og festum.

 

Verkætlanin hevur verið í útboði, og høvuðsarbeiðstakari er funnin. Landsverk fer at vera byggiharri á verkætlanini við ábyrgd yvirfyri Formansskapinum í Løgtinginum, ið umboðar ánaran Løgtingið.

 

Verkætlanin er mett at kosta umleið 34,2 mió. kr., og arbeiðið byrjar eftir ætlan fyrst í 2026 og væntast at vera liðugt við árslok 2026. Upphæddin fevnir um allar tættir av verkætlanini fram til endaliga nýtslutøku og eitt ára gjøgnumgongd, undir hesum eisini fakeftirlit, byggileiðslu og verkætlanarleiðslu. Stórur dentur tykist vera lagdur á, hvussu eftirlitsarbeiðið verður framt í verki.

 

Alt eftir, hvussu veðrið verður til at fremja arbeiðið kann henda, at glaslistin verður sett upp tíðliga í 2027. Útboðið av glasinum og áprentið av listini hevur ikki verið í útboði enn, men mett er um kostnaðin. Útboðið verður í 1. ársfjórðingi 2026. Átekning til játtanina fer at gera tað møguligt at flyta møguliga óbrúkta játtan til 2027.

 

Løgtingslógin fer úr gildi 1. januar 2030. Ásetingin tekur støði í, at verkætlanin væntandi er avhendað í seinasta lagi í 1. ársfjórðingi 2027, og at eitt ára gjøgnumgongd er í 1. ársfjórðingi 2028.

 

Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen hava hesar viðmerkingar:

 

Tikið verður undir við ætlanini at umvæla løgtingsbygningin. Tó eru undirritaðu av teirri áskoðan, at handfaringin av uppskotinum ikki er góð nokk.

 

Í løtuni liggur eitt fíggjarlógaruppskot í Løgtinginum, ið frammanundan hevur ásett ein løgukarm fyri næsta ár. Bæði fyri hvørjar verkætlanir skulu fremjast og fyri hvørja upphædd.

 

Nú stutt undan jólum kemur so hetta málið á tingborð, og er ongin játtan til hesa verkætlanina í fíggjarlógaruppskotinum, hóast man leingi hevur verið vitandi um, at umvælingar skulu gerast.

 

Um somu tíð er ein onnur verkætlan borin tinginum, men í tí førinum hevur landsstýrið funnið rúm í løgukarminum fyri hesari verkætlanini við at lækka aðrar játtanir. Tí undrar tað, at hædd als ikki er einari játtan.

 

Tí halda undirritaðu, at tað er óheppið, at tað bara verður lagt afturat løgunum á fíggjarlógini, sum longu frammanundan hevur hall. Heldur átti mann at mett um, um tað eru aðrar verkætlanir, ið kunnu bíða, um hendan skal fremjast nú. Tí mæla undirritaðu landsstýrinum til fyrst í komandi ári at tillaga løgukarmin, so hann ikki er hægri enn løgukarmurin í fíggjarlógaruppskotinum, nú hendan verkætlanin skal fremjast.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.