Samstundis, sum norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og aðrir norðurlendskir og baltiskir leiðarar vitjaðu í Kyiv í kvøld, fór loftávaring í gongd.
Tey vóru til ein døgurða, tá loftávaringin fór í gongd - eisini á egnu fartelefonini hjá Jonas Gahr Støre.
- Vit høvdu eitt bumbuskýli beint við, har vit vóru, sum vit vóru til reiðar at fara í, segði forsætisráðharrin, tá NRK hitti hann seinni í kvøld.
Orsøkin til loftávaringina var í útryðjuni av býnum, og eftir einum korteri var ávaringin av - uttan, at døgurðin varð avbrotin.
Jonas Gahr Støre sigur, at hann hevur upplivað líknandi støður undir øðrum vitjanum í Kyiv.
- Hetta er ein áminning um, hvat fólkið í býnum og starvsfólkini á norsku sendistovuni liva við dagliga, sigur norski forsætisráðharrin.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.











