Lokalval í Bretlandi avgerandi fyri framtíðina hjá Starmer

Eygu eru í dag vend móti valdøminum Makerfield, har borgarstjórin í Greater Manchester, Andy Burnham, roynir at vinna sær sæti í bretska tinginum.

Andy Burnham, borgarstjóri í Greater Manchester, deilir valtilfar út undan eykavalinum í valdøminum Makerfield, har hann roynir at vinna sær sæti í bretska parlamentinum. (Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix)

Eykaval verður hildið í bretska valdøminum Makerfield í dag, og úrslitið kann fáa stóran politiskan týdning fyri Labour-flokkin og forsætisráðharran Keir Starmer.

 

Sambært AFP roynir borgarstjórin í Greater Manchester, Andy Burnham, at vinna sæti í Undirhúsinum. Tað er ein fortreyt, um hann seinni skal kunna bjóða Keir Starmer av sum formaður í Labour og harvið eisini sum forsætisráðharri.

 

Valið er komið í lag, tí Labour-politikarin Josh Simons hevur lagt frá sær tingsessin.

 

John Curtice, professari í stjórnmálafrøði á Strathclyde University, heldur, at valið kann fáa avgerandi týdning.

 

– Tað eru at kalla veljararnir í Makerfield, sum gera av, um Burnham hevur møguleika at gerast forsætisráðharri. Vinnur hann valið, sær leiðin til Downing Street nógv lættari út, sigur Curtice sambært AFP.

 

Keir Starmer er undir vaksandi trýsti í egnum flokki eftir vánalig úrslit á kommunu- og økisvalum í mai. Labour misti millum annað valdið í Wales fyri fyrstu ferð í 27 ár, meðan høgravendi flokkurin Reform UK hevði stóra framgongd.

 

##med2##

 

Í Makerfield bjóðar Reform UK eisini Labour av. Flokkurin hevur valt Robert Kenyan sum valevni, og sambært veljarakanningum er kappingin millum hann og Andy Burnham sera jøvn.

 

Starmer hevur seinastu tíðina eisini fingið atfinningar fyri ikki at hava loyst trupulleikar, sum hann lovaði at taka hond um undan valinum í 2024. Tað snýr seg millum annað um innflyting og privatbúskapin hjá bretum.

 

Valhølini lata aftur klokkan 22 lokala tíð í kvøld.

 

/ritzau/

 

 

 

Andy Burnham, borgarstjóri í Greater Manchester, deilir valtilfar út undan eykavalinum í valdøminum Makerfield, har hann roynir at vinna sær sæti í bretska parlamentinum. (Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix)

Løgreglufólk standa vakt uttan fyri eitt valhøli í Makerfield, har veljarar í dag velja nýggjan lim í bretska parlamentið. (Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix)