Bjørn á Heygum, »samfelagsrevsarin mikli«, var nú hendan dagin í bløðunum og var sera firtin um framgongd tjóðveldisfloksins samb. einari veljarakanning, og segði, at veljarin mundi hava gloymt tað, sum var farið fram í 80? unum. Tí hevði tað verið hóskandi at spurt teg, Bjørn á Heygum, tú, sum skuldi rudda upp í samfelagnum: ert tú nøgdur við tann politikk, sum sambandsflokkurin hevur ført hetta valskeiðið, sum tú sjálvur hevur sitið á tingi?
Bjørn á Heygum, um tú ert tann Robin Hood, sum veljarin helt teg vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans skulu vera í øllum landinum.
Havnin ýður av mappumonnum, og har liggur øll umsitingin eisini, sum ger, at milliónir av krónum floyma inn í kommunukassan, so hvat er meira náttúrligt enn at alt fiskaarbeiðið verður lagt aðra staðni úti um landið; men sum politikkurin er nú, so oyða tit bygdirnar. Tá ið einki fiskaarbeiði verður úti um landið, kemur heldur eingin peningur inn í kommunukassarnar, og bygdirnar verða avtoftaðar.
Bjørn á Heygum ? ein Sandoyarætlan ella ein Vágaætlan, hvat er tað fyri nakað? Tú situr í samgongu, so tað eigur tú at kunna siga okkum. Hesi árini, sum tú hevur verið í politikki, Bjørn á Heygum, hevur flakavirkið í Vági ligið stilt, tað mest modernaða flakavirkið í Europa, tá ið tað var bygt fyri nøkrum árum síðani.
Bjørn á Heygum, í Vág hava verið gjørdar óteljandi royndir fyri at lata flakavirkið uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum við fullari ferð, og hetta úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú tann maðurin, sum tú sigur teg vera, tak so kúbeinið í hond og drag handan javnaðarseymin úr hurðini aftur, so at livandi kann verða aftur í hesari vikrnu bygd, sum einaferð var undangongubygd í Føroyum.
Meðan svartast sá út, fegnast vágbingar um at løgtingsmaðurin Jákup Olsen fekk hurðarnar á Polarfrost uppaftur. Vilt tú, Bjørn á Heygum, vera við til at stuðla Jákupi Olsen bæði moralskt og fíggjarliga við hansara royndum við pelagiskum fiski á Polarfrost? Fiskavirking ger hvørki nýtslu av bygninginum til framleiðslu ella av pelagiskum tilfeingi, ella er tað bara meiningin, at vágbingar skulu framhaldandi liggja á knøunum og trekkja løn frá tí almenna. Hetta hevur so ikki ligið til vágbingar upp gjøgnum tíðirnar.
Tað var tann tíð, tá ið Vágur var ungdangongubygdin, var lokomotivið í tí føroyska samfelagnum. Her í Vági vóru 9 fiskavirkir, her var gjørd kei, bygdur sparikassi og her varð bygt el-verk, meðan allar Føroyar lógu í svartasta myrkri. Ber tað til, at landsins kosnu menn kunnu útrudda eina slíka bygd? Her í Vági búgva enn vinnulívsmenn, sum royna. Gevið teimum øllum góðar umstøður og gevið teimum livilíkindi. Førið vinnulívspolitikk á Føroya Løgtingi.
Anton Petersen,
Vágur