Lond krevja túsundtals ukrainsk børn heim úr Russlandi

Sambært stýrinum í Ukraina hevur Russland flutt 20.000 børn úr Ukraina til Russlands undir verandi krígnum

Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar luttaka á friðarráðstevnuni. - Foto: Michael Buholzer/Ritzau Scanpix

Øll ukrainsk børn, sum ólógliga eru flutt til Russlands, skulu sendast aftur til heimlandið.

Tað krevja fleiri lond, sum standa aftan fyri eitt uppskot til eina almenna fráboðan á friðarráðstevnu í Sveis.

Tíðindastovan Reuters hevur sent avtaluuppskotið.

Sambært stjórnini í Ukraina eru umleið 20.000 børn noydd til Russlands ella russiskt stýrd øki undir Ukraina-krígnum.

Russland vísir tó aftur at standa fyri ólógligum burturflytingum og sigur, at landið bara roynir at verja sárbar børn í krígsøkjunum.

Tjóðskaparligi trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, sigur á friðarráðstevnuni, at Qatar hevur hjálpt við at røkka eini avtalu, sum viðvíkur minst 30 ukrainskum børnum, sum skulu heintast heim úr Russlandi.

– Tað verður brúk fyri altjóða trýsti, sigur Jake Sullivan um arbeiðið at fáa ukrainsku børnini heim.

Hann lýsir tað sum »moralskt forkastiligt«, at Russland hevur noytt ukrainsk børn burtur frá teirra umhvørvi og til eitt fremmant land.

Friðarráðstevnan í sveisksa býnum Bürgenstock byrjaði í gjár og heldur fram í dag.

Við síðuna av almennu skránni helt ukrainski felagsskapurin Save Ukraina í gjár eitt tiltak, har dentur varð lagdur á ukrainsk børn, sum eru noydd burtur. Felagsskapurin arbeiðir við at fáa børnini heimaftur.

Higartil er eydnast at fáa 373 børn heim úr Russlandi til Ukraina, upplýsir Mykola Kuleba, sum er leiðari í Save Ukraine.

Sambært honum koma nógv børn aftur við trauma.

– Børnini sleppa ikki at tosa ukrainskt ella at vísa ukrainsk symbol. Børnini verða hart revsað, um tey nokta at syngja russiska tjóðsangin, segði Mykola Kuleba á fundinum í gjár.

Málið er at røkka eini avtalu, sum við tíðini kann rudda slóg fyri friði í Ukraina, ið síðani russisku innrásina í februar í 2022 hevur verið herjað av kríggi.

/ritzau/Reuters

 

Fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar luttaka á friðarráðstevnuni. - Foto: Michael Buholzer/Ritzau Scanpix