Mynd: Nathan Ray Seebeck/Reuters/Ritzau Scanpix

Longd spælitíð í Miami

Dysturin í HM-fjórðingsfinaluni millum Noreg og Ongland endaði 1–1 eftir vanligu leiktíðina, og tí skal vinnarin nú finnast í longdari leiktíð

Mynd: Nathan Ray Seebeck/Reuters/Ritzau Scanpix

Noreg helt eina løtu, at liðið hevði skorað sigursmálið, men málið varð kolldømt eftir VAR-kanning. Kristoffer Ajer var eisini nær við at leggja norðmenn á odda, tá hann rakti tvørtræið.

 

Ongland tók yvir spælið seinastu løtuna av seinna hálvleiki, har Bukayo Saka var ein støðug hóttan á høgra vongi.

 

Eftir ein javnan og spennandi dyst skal vinnarin nú finnast í longdari leiktíð. Sigursliðið tryggjar sær pláss í HM-hálvfinaluni.

 

 

Mynd: Nathan Ray Seebeck/Reuters/Ritzau Scanpix