Lottomillióningur gevur alt burtur

Onglendingurin George Sturt vann 220 milliónir krónur fríggjadagin. Hesar pengar ætlar hann at geva burtur. George Sturt, sum er 76 ára gamal, hýruvognsførari og býr í býnum Dorking í Onglandi, vann saman við einum franskmanni tær 440 milliónir krónurnar, sum vóru upp á spæl hjá EuroMillions. Henda upphædd varð síðani býtt teirra millum.

 

Sambært Daily Mail hevur Georg Sturt longu gjørt av, hvussu peningurin skal brúkast. Hesin verður býttur í fýra partar á 55 milliónir krónur. Tríggir partar fara til hansara trý børn, meðan fjórða partin fer Georg Sturt at lata til vælgerandi endamál.

- Eg leggi einki í nógvar pengar. Tað einasta eg fegnist um, er at børnini nú kunnu kenna seg trygg, sigur maðurin, sum ikki ætlar at gevast við at koyra hýruvogn.

- Tað einasta, eg ynski, er at onnur fáa gleði av pengunum, sigur Georg Sturt, sum hevur vunnið 220 milliónir krónur, men letur alt burtur.