Allir flokkar, sum eru umboðaðir á tingi, eru bodnir við á pallborðsfundin, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri við Jóannesi Hansen, samfelagsfrøðingi, sum orðstýrara. Flokkarnir eru bidnir um at senda ein virknan politikkara, t.v.s. antin ein løgtingsmann ella ein landsstýrismann.
Flokkarnir hava nú boðað frá, hvørji umboðini verða:
Bjørn á Heygum fyri Sambandsflokkin.
Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin.
Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin.
Finnbogi Ísakson fyri Tjóðveldisflokkin.
Lassi Klein fyri Kristiliga Fólkaflokkin.
Jenis av Rana fyri Miðflokkin.
Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin.
Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina.
Fundurin, sum er almennur, verður skipaður soleiðis, at politikkararnir skulu halda seg til ætlanir um og metingar av framtíðar viðurskiftum: Føroya støðu uttan fyri ríkið ella innanfyri, hvussu samfelagið skal skipast, og hvar Føroya støða í altjóða samfelagnum skal vera í framtíðini.