Tórshavnar kommuna skrivar, at nú ber til at tekna seg til lutakast um tvey grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu.
Stykkini eru ávikavist 500 og 504 fermetrar til støddar og kosta 235.000 og 240.000 krónur.
Freistin at tekna seg til lutakastið er 21. juli 2026.
Les meira og tekna teg til lutakastið á síðu okkara um kommunalar útlutanir av grundstykkum.
Útlutanir og søla av grundstykkjum og húsum










