Lyklaspælari er nú á beinkinum

Víkingur hevur ein í miðverjuni, sum plagar at vera framrættaður

Klokkan 19 fer Dagfinn Forná at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli. Áskoðaraplássini eru við at fyllast, og tað eru góð líkindi at spæla fótbólt. Spælararnir eru á vøllinum og hita upp.

 

Merkisvert er tað, at ein av teimum, sum nógvu seinastu árini altíð hevur verið millum teir fyrstu ellivu, tá ið KÍ hevur spælt stóru dystirnar, er í kvøld á beinkinum.

 

Deni Pavlovic hevur verið eitt sindur darvaður av skaðum í heyst, og so var hann burturstaddur. Í kvøld er hann ikki millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Hann er á beinkinum eitt nú saman við Patrick da Silva, sum síðstu tíðina hevur verið skaðadarvaður og Jesper Brinck, sum í ár hevur verið vongverji í  báðum borðum og eisini hevur verið miðverji.

 

Hjá Víkingi er tað stórur saknur, at liðformaðurin og miðverjin Atli Gregersen ikki er tøkur. Í miðverjuni saman við Gunnari Vatnhamar er í kvøld er Arnbjørn Svensson, sum plagar at vera framrættaður – sentralt ella í høgra borði.

 

 

 

KÍ – Víkingur 0-1 (0-0)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar br 87.

 

Dómari:Dagfinn Forná

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Jesper Brinck, 89.), Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen (Patrick da Silva, 60.) – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen (Jonn Johannesen, 89.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Claes Philip Kronberg (Deni Pavlovic, 77.(Valerijs Sabala, 89. )

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Patrick da Silva, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Jonn Johannesen, Valerijs Sabala, Anders Sølvsten Holvad

 

Gult kort: Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic, Odmar Færø

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen (Ari Olsen, 67.), Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri –Olaf Bárðarson (Ingi Jonhardsson, 71.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Martin Klein Joensen, 84.)

 

Á beinkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen, Ingi Jonhardsson, Finnur Justinussen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Ari Olsen

 

Venjari: Johan Petur Poulsen