07 Vestur tapti 1-3 ímóti HB á útivølli í dag, men nærmastu kappingarneytirnar, AB og Suðringar taptu eisini so tað er sami stigamunur sum undan hesum umfarinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá málinum hjá 07 Vestur til 1-3, ið Kyrilo Silich skoraði við einum dundurskoti.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen aftaná dystin.
Á plusssíðuni vil Pauli Poulsen framhevja, at hansara menn stóðu seg stóran part av dystinum, og vóru als ikki "blástir av vøllinum" sum Pauli tekur til.
Flytingarvindeygað letur upp skjótt, og Pauli Poulsen afturvísti ikki, at tað kann koma uppá tal, at 07 Vestur styrkir seg. Tað eru fýra stig upp til AB og sjey stig upp til bjargingina, og Pauli Poulsen er við gott mót, at 07 Vestur kann toga seg upp á áttanda plássið.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson hoyrist HER