Maður skaddur umborð á Clare

Fyri kortum hendi eitt óhapp umborð á skipinum Clare, sum Smyril Line leigar. Ein maður kom ill fyri umborð á skipinum. Maðurin, sum eftir hvat skilst er úr Litava. Hann er, sambært fjølmiðlum í Hetlandi, komin so fyri, at hann er vorðin gleimdur millum tveir trailarar, og hann hevur brotið beinið.
Maðurin var fluttur á sjúkrahús í Hetlandi av tyrlu. Eftir hvat skilst, so er hann lagdur undir skurð.
Sambært fjølmiðlum í Hetlandi, so hendi óheppið hósmorgunin um níggju tíðina.
Av Smyril-Line verður upplýst, at teir í løtuni leiga skipið frá einum donsku reiðaríið við manning. Tað ber ikki til hjá teimum at siga tað nógv, uttan tað, at eitt óhapp varð komið fyri.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa samband við skiparan umborð á Clare.