Maðurin í sentrum

? Hann fekk Jesusbílæt í premiu.

? Hann var við til at stovna borðtennisfelag við 25 krónum í eginpengini.

? Hann gekk í skjúrtu og slips og hevði stutt hár meðan restin av 68?arunum royktu sína fyrstu pípu av hash.

? Hann roykir 20 Kings um dagin.

? Hann var umgyrdur av nonnum og vinnulívi øll barnaárini.

? Hann er Jógvan Arge ? maðurin

í stólinum hesaferð

Niclas Johannesen


? Lat sum onki.

Jógvan Arge situr hinumegin borðið á sínum egna kontóri í Sortudýki. Hann hevur eftirhondini prátað seg heitan, maðurin við røddini, sum seinastu 30 árini í mongum vási hevur sett sín serligan dám á føroyska gerandisdagin.

Og lat okkum bara fáa tað staðfest beinanvegin. Maðurin, sum í dag er programleiðari í ÚF, er ikki hvør sum helst. Tú kanst nevna EF-samráðingar í Bruxelles í 70?unum, tá tað stóð um lív hjá føroysku fiskivinnutjóðini í altjóða høpi, ella landsdystin millum Danmark og Svøríki í 1968, tá føroyingar fingu fyrsta útlendska fótbóltsdystin nakrantíð útvarpaðan á føroyskum. Nevn henda dagin í 69, tá Armstrong setti fótin á mánan, og øll útvarplurt her á landi fingu føroysku versjónina av søguligu hendingini senda úr Danmark. Ella OL í München í 1972, tá tveir mans sendu 60 tímar av ítrótti út í føroysku luftina gjøgnum ÚF ? langt áðrenn SvF sá dagsins ljós. Hugsa tær mongu valkvøldini framman fyri útvarpstólið. Sig V4! Sig Landskrona 1991, fótbóltslandsdystir, landskappingardystir, kappróðrar, hondbóltsdystir?

Ja nevn tað, og tú sleppur ikki uttan um Jógvan Arge. Tí hann var maðurin við mikrofonini.


Stríðið

Jógvan prátar róliga og hann hevur orðið í síni makt. Her er onki hoppigear út á blindar gøtur, altíð trygg kós fram til punktum. Hann er væl klæddur í flottari violettari ? ella er tað myrkt vínreyðari ? skjúrtu, ið tú kanst hava illgruna um, at kona hansara hevur keypt honum.

20 Kings liggja á fundarborðinum hendan hósmorgunin í rúmliga kontórinum. Sigarettirnar uttan filtur eru ein gløðandi leivd frá hansara snimmu ungdómsdøgum, sigur Jógvan. Hann guvar, finglast á sín seiga, róliga hátt við tendraran og hyggur enn eina ferð á teg við hesum bránum, ið bæði inniheldur vinsælu og samstundis ein farra av sunnari skepsis.

Um skeptikkarin er komin við genunum ella við árunum, veit tygara útsendi ikki. Kanska er hann slettis ikki skeptikari. Bert ein maður við bláum eygum, ið ikki er so bláoygdur kortini. Og kanska eru tað lívsins royndir, ið gera, at Jógvan vil ikki koma inn á tíðina, tá serliga hann, tann útbúgvni journalisturin frá Ritzau, var kroystur í eina støðu, har tað mátti bera ella bresta við hansara yrkisleið í ÚF.

Tygara útsendi hevði annars sett sær fyri, at nú tíggju ár aftan á, skuldi Jógvan millum mangt annað geva sína versjón av tí, sum hendi tá. Hyggur tú í gomul bløð, sært tú, at ÚF lá tríggjar vikur bakk hesa tíðina í 1988. Aftan fyri vanligu sminkuna og alment dokumenteraðu ósemjuna um programpolitikk lá ein karrráur maktkampur, har fyrst og fremst sonur ÚF-stjórans ? í eygunum hjá mongum, tann upplagdi krúnprinsurin til ÚF-stjórasessin ? stóð fyri skotum frá øðrum starvsfólki, ið ynskti at sleppa í stjórasessir. Stríðið endaði, tá landsstýrið valdi Jógvan til programleiðara í ÚF, hóast hann ikki var fyrst innstillaður. Og soleiðis yvirlivdi Jógvan Arge í ÚF.

Men hann vil slettis ikki práta um hesa tíðina. Tað tænir ongum, sigur hann. Og hetta at lata sum onki, hóast nógvar ákoyringar, skal vísa seg ikki koma frá fremmandum.


Miðdepil

Tað var ikki bara í 88, at Jógvan var mitt í rokanum. Kanska byrjaði tað longu við sjálvari føðingini. Hann er ið hvussu er føddur inn í eitt slag av sentrum í føroyska høvuðsstaðnum.

? Ja, eg eri føddur og uppvaksin á Tinghúsvegnum, beint yvir av Telegrafstøðini og beint niðan fyri Gundadal og beint oman fyri KFUM og beint eystanfyri skótahúsið og beint vestan fyri bøin hjá bóndanum ? Janusi.

Í hesum umhvørvi, har møguleikarnir og tilboðini vóru fleiri enn hjá føroyskum børnum flest, traðkaði Jógvan sínar barnaskógvar.

? Aftrat Gundadali, skótahúsi, KFUM og bøi, so høvdu vit eisini Ternurygg oman fyri okkum. Tað var soleiðis, at abbi mín hevði eina trø heilt innast á Sundsvegnum, og var veðrið gott, hendi tað seg, at vit fóru allan teinin til gongu. Talan var um langan túr. Tað kundi taka ein hálvan dag at ganga. Vit reikaðu ikki so nógv oman í Havnina. Vit tordu ikki út á Reyn ella út á Skansan, uttan víðari.

Jógvan var í tíggju ár úlvur og skóti og sat fyrstu tíðina aftan fyri á súkkluni hjá grannanum og skótaleiðaranum Oliver Næss.

Jógvan spældi eisini fótbólt ?fyrst við GB (Gundadals Bóltfelag) móti øðrum býlingum í Havnini, síðan við HB, tá hann náddi dreingaliðsaldur og var nóg gamal at koma upp í HB. Og hóast valið tá, líka sum í dag, hjá øllum havnardreingjum stóð millum HB ella B36, so var ongantíð nakað at ivast í hjá Jógvani.

? Hjá mær var ongantíð nakað at taka støðu til, tí har í grannalagnum hjá okkum var alt HB. Pápi var HB?ari, hann hevði spælt við teimum, og tað høvdu pápabeiggjar mínir eisini. Abbi mín var eisini HB?ari, so hetta havi eg ongantíð skula tikið støðu til. Tað er bara blivið soleiðis.

Og so var tað vetrarítrótturin. Í selsius vóru 50?ini ið hvussu er kaldari enn 90?ini, og kavin lá trúgvur hvønn vetur.

Alskurin til ítrótt festi sostatt røtur longu í barnaárunum, og tað var ikki bara føroyskur ítróttur á skránni. Gjøgnum útvarpslurtið kom útheimurin eisini inn í føroysku stovurnar, og Jógvan minnist hvussu teir lógu við høvdinum inni móti hoytalaranum fyri at hoyra norska útvarpið siga frá um vetrarítrótt, eingilsmannin siga um enskan fótbólt, og danskaran spíla seg út, tá klassikarin í fótbólti millum Danmark og Svøríki var á skránni.

Jógvan var enn tá við til at stovna eitt borðtennisfelag hesi barnaárini.

? Eg minnist vit vóru fýra dreingir, ið tóku 25 krónur av bankabókini í part, keyptu eina spønplátu, og fingu skorið hana soleiðis til, at vit høvdu eitt borðtennisborð. Heima spældu vit eisini dúgliga á stovuborðinum. Vit settu fyrst bøkur upp í staðin fyri net, og vit brúktu eisini bøkur sum batt. Seinni fingu vit net og batt, og eg spældi móti pápa.

? Samstundis spældi eg eisini borðtennis við skótunum. Eg minnist ein dag, eg kom heim, tá smashaði eg móti pápa í stovuni. Hann legði battin og segði: ?Hetta var tað. Nú er tú blivin betri enn eg. Eg kann ikki læra teg meira?. Vit spældu ongantíð aftur borðtennis á stovuborðinum.


Vinnulív í bæði borð

Abbin, Óli Arge, av øllum kendur sum Bil Óli, hevði lastbilar og bussar. Jógvan minnist, hvussu hann ofta plagdi at koyra við í bussinum, tá farið var á sanatoriið, hospitalið, út á Argir og onkuntíð allan vegin til Kirkjubøar. Kiosk hevði Bil Óli eisini á keiini, og tað var eisini eitt slag av framíhjárætti hjá ungum havnardreingi í 50?unum.

? Spennandi var tað eisini at vitja heima hjá abba í Tróndargøtu, tí hann hevði sukurlátagoymslu í einum kamari. Allarmest spennandi var, um tað eydnaðist at sleppa ósæddur inn í kamarið.

Fortel um Bil Óla.

? Hann var jú vinnulívsmaður burturav. Hann byrjaði við ongum, so keypti hann sær ein bil í 1926, fekk sær kiosk á Keiini í 1930. Undir krígnum fór hann undir at hava bussrutur í Havn. Hann bygdi tann fyrsta bussin sjálvur burtur úr eini enskari ambulansu. Eftir kríggið keypti hann so sín fyrsta buss. Ein stóran Bedford úr Onglandi. Hann koyrdi eini fimtan ár, eg kendi hann væl. Tey kallaðu hann Stóra Buss.

Tað var ikki bara í Havn, at tað spruttaði við vinnulívi rundan um unga havnardrongin. Móðir Jógvan, Petra, er ættað úr Gøtu, av Gregersen ættini, og tað var ikki so sjáldan, at leiðin gekk til Syðrugøtu.

? Har var eisini vinnulív so tað stóð eftir á. Abbi hevði handil. Afturat handilinum var ein benzinsøla. Hann tók eisini móti fiski, ið bleiv flaktur og saltaður í Ráfiskahjallaranum. Haraftrat hevði omma mín eina bindistovu í kjallaranum í sethúsunum, og har sótu nógvar konur og bundu árið íkring. Tað var kanska tað mest spennandi staðið at vera hjá einum smádrongi ? at sita millum allar hesar konurnar í ullarokinum. tær sjóðaðu konstant og har var altíð lív.

Dagin í dag eiga barnafetini í Syðrugøtu framvegis sín lut í tilveruni hjá Jógvani.

? Eg havi altíð havt nógvar vinir í Gøtu, og tað havi eg framvegis.


Nonnur og heilagaðir

arbeiðsdagar

Jógvan gekk í Nonnuskúlanum.

? Tað var ikki so galið at ganga hjá nonnunum. Tær vóru kanska eitt sindur strangar, sigur Jógvan og minnist, at kristinlæran hevði nógv at siga í Nonnuskúlanum.

? Tað bleiv nógv tosað um Jomfrú Mariu, og skuldu tú hava nakra premiu, so var tað besta, tú kundi fáa, eitt Jesusbílæt. Vit gingu eisini oftani í kirkju, serliga í adventini.

Tá Jógvan var 11 ár fór hann í realskúla. Nú kom blandingur í millum tey, ið høvdu gingið í Nonnuskúlanum og Kommunuskúlanum.


? Eg veit ikki, um tað var tann stóra broytingin. Vit skuldu jú bara læra meira. Ein broyting var tó, at vit høvdu lært formskrift hjá nonnunum, og hini høvdu lært fagurskrift. Eg haldi, tú kundi velja ímillum í realskúlanum. Men eg gjørdi so tað, at eg hálsaði um og lærdi meg fagurskrift. Eg lærdi hana nokk so væl, men ikki nóg væl, tí eg hevði ikki fingið grundarlagið við.

Meginpartin av Nonnuskúlatíðini var útvarpið heldur ikki vorðið innfeldur partur av lívinum hjá Arge familjuni.

? Alt tað, eg minnist sum lítil smádrongur, arbeiddi pápi mín hjá fyritøkuni hjá abba mínum. Hann koyrdi buss og lastbil, og so repareraðu teir eisini bilarnar uppi í garasjuni.

Longu her gjørdist Jógvan vanur við, at sunnudagar, jóladagar og aðrir heilagir frídagar kundu lættliga vera arbeiðsdagar hjá familjuni Arge. Og hetta broyttist ikki, tá Niels Juel fekk arbeiðið í útvarpinum. Vikuskifti og heilidagar vóru framvegis arbeiðsdagar. Men ymiskt annað broyttist. Útvarpið kom nú í sentrum, og Jógvan dylir heldur ikki fyri, at hjá Arge-familjuni var tað av alstórum týdningi, at tað gekst útvarpinum væl. Og sjálvur gekk Niels Juel øgiliga høgt upp í útvarpið.

? Eg vil siga, at hjá honum var talan um totalt engagement. Alt sum hann tókst við snúði seg um at menna útvarpið og gera tað so gott sum gjørligt. Hann byrjaði eisini at ganga í klædningi gerandisdagar. Nú hoyrdu vit brádliga hansara rødd í útvarpinum, og hann sat heima og vandi seg at lesa. Hann fór eisini at ferðast út á bygd at gera sendingar. Hann var at kalla altíð til arbeiðis.

Sjálvt hjá totalt-detikeraðum manni kann ?altíð? eisini gerast ov nógv av tí góða. Og soleiðis fekk Jógvan eisini í roynd og veru sum 11 ára gamal sín fyrsta kjans í útvarpinum ? sum teknikkari til kvøðuljómarnar.

? Pápi ynskti at hava frí onkran sunnudag, og eg minnist, at hann bjóðaði mær fimm krónur fyri at ansa eftir teknikkinum meðan Kvøðuljómarnir vórðu sendir.

Soleiðis byrjaði útvarpskarrieran hálvavegna frá barnsbeini. Jógvan las eisini okkurt brotið upp í barnaútvarpinum, og hann minnist, at hetta kundu verða harðar løtur.

? Ja, tað skuldi lesast rætt. Sjusk bleiv ikki góðtikið.

Nær visti tú so, at tú vildi vera journalistur?

? Eg veit ikki. Tað plagdi at liggja nokk so væl fyri hjá mær at skriva stíl, og heima við hús varð lagdur rættiliga stórur dentur á at duga at skriva gott føroyskt. Tú bleiv rættaður, um tú segði nakrar stórar villur. Tað vóru bæði mamma og pápi, ið høvdu nokk so gott skil fyri tí. Eg minnist eisini, at vit summarið í 1964 góvu út eitt ítróttarblað ? Alt um ítrótt ? har Poul Michelsen og Jørleif Kúrberg vóru blaðstjórar. Tá havi eg verið 17 ár. Tað kann væl vera, at hugurin gjørdist alsamt størri hesa tíðina. Og tá eg var liðugur at ganga á studentaskúla, var avgerðin tikin um, at eg ætlaði at læra til journalist, minnist Jógvan.


Í hippitið við slipsi

Jógvan fór í ?læru?, sum tað tá varð kallað, á donsku tíðindastovuni Ritzau. Hetta var um tað mundið, tá hippikultururin rakti vesturheimin og tiltiknu 68?ararnir royktu sína fyrstu pípu av hash. Men Jógvan var ikki við. Hann giftist longu sum 18 ára gamalur, var blivin pápi meðan hann gekk í studentaskúla, arbeiddi skiftandi tíðir, samstundis sum hann fekk boð um at møta í skjúrtu og slipsi. So her var ikki nógvur hippidámur yvir Jógvani, sum heldur ongantíð eksperimenteraði við hárinum hjá sær. Tað hevur snøgt sagt altíð verið stutt.

Um lærutíðina á Ritzau sigur Jógvan, at hon var hørð og gevandi. Hann minnist eitt arbeiðspláss, har høvuðskravið var, at tað, tú skrivaði, var í lagi. Faktuellir feilir máttu undir ongum umstøðum koma fyri. Lokal tíðindi høvdu ongan áhuga. Uppgávan var at fáa fatur á tíðindinum, sum høvdu áhuga um alt landið og at vera snarur í vendingini. Tað ráddi um at vera fyrstur, og tað var somuleiðis eitt krav at endurgeva keldur til øll tíðindi. Haraftrat skuldi tað skrivast soleiðis, at øll fólk skiltu tað.

? Á Ritzau høvdu vit heldur ikki eina deadline. Deadline var allatíðina, tí tað ráddi um at senda søguna út til allar fjølmiðlarnar, áðrenn fjølmiðlarnir sjálvir høvdu fingið fatur á teimum. Tað, sum serliga stóð eftir frá tíðini á Ritzau var respektin fyri tíðindunum og respektin fyri keldunum, sigur Jógvan.

Hesi trý árini á Ritzau vóru barlastin, tá Jógvan byrjaði í útvarpinum 1. januar 1970. Og hesi vóru idealini hjá nýklakta journalistinum. Tað snúði seg um tíðindi til Føroya fólk, og tað snúði seg um at vera álítandi, samstundis sum kravið um at arbeiða skjótt var serstakliga viðkomandi á lítla, ikki serliga væl mannaða stovninum á Bryggjubakka.


Kultursjokk

Jógvan viðgongur, at skiftið til føroyskt tempo var ógvusligt, tá hann kom heim í útvarpið. Haraftrat var ikki so vanligt, at tíðindi vórðu skorin eftir sama stringenta leisti sum tann, Ritzau brúkti. Av tí sama upplivdi Jógvan, at tað var ikki altíð so tespiligt, tá høgir harrar meira enn so vóru fúkandi óðir inn á unga útvarpsmanin, ið loyvdi sær at klippa rættiliga ógvusliga í tí, sum teir løgdu fram eitt nú í tinginum. Hetta var nakað nýtt, at ein journalistur bert tók tað burtur úr orðaskiftinum, ið hann út frá fakligum metingum helt vera viðkomandi tíðindi fyri Føroya fólk.

? Tá eg hugsi um tað í dag, dugi eg at síggja, at tað hevur verið eitt slag av kultursjokki at koma úr Danmark og so heim í hetta lítla samfelagið, har alt gekk fyri seg í lægri geari. Tað var eitt stórt umskifti, men tað bar til eftirhondini.

70?ini vóru eisini tíðin, har útvarpið mentist almikið. Fyrst og fremst tí ÚF fekk loyvi til V4! sendingar. Nú komu fleiri pengar og fleiri fólk vórðu sett í starv. Jógvan minnist hesa tíðina sum sera optimistiska. Fyrst var útbygt á Bryggjubakka og í 1981 var flutt niðan í stóra bygnin í Sortudýki.

Men Jógvan. Hvussu var tað at koma heim sum núútbúgvin journalistur og at skula arbeiða undir pápa tínum?

? Eg haldi ikki, eg hevði nakrar trupulleikar av tí. Hann var eitt náttúrtalent á útvarpsøkinum. Hann var kønur í søgu og máli, og hann var áhugaður í framburði innan vinnulívið umframt aðrar tættir í samfelagnum eisini. So hann spenti rættiliga víða, visti hvat hann vildi, og hann var altíð væl fyrireikaður. Hann hevði eisini skilt, hvør grundtankin við journalistikki var. Tað var kanska ongin, sum hevði skilt tað betri enn hann.

Útvarpið var og er eisini at slag av maktsentralið. Hvussu hevði tú tað við tí?

? Tað haldi eg ikki, at vit tonktu so nógv um. Tað sum tað gekk út upp á var at gera gott útvarp og at gera eitt útvarp eftir teimum prinsippum, sum vanliga vóru mett at vera tey mest framkomnu innan tílíkt arbeiði. Vit spekuleraðu ikki uppá, at vit høvdu nakra serliga makt. Og vit misbrúktu ikki hesa makt.

Kortini var viðhvørt funnist at útvarpinum?

? Á, ja. Tað vóru nógvar ákoyringar. Vit vóru lagdir undir líkt og ólíkt, kanska serliga frá politikarum ? at vit hjálptu hesum partinum ella at vit hjálptu hasum partinum.


Ráðini frá pápanum

Í síðsta enda var tað útvarpsstjórin, ið stóð við ábyrgdini. Jógvan minnist eisini, at tá harðast leikaði á, so vóru ymsu málini eisini tikin heim við og diskuterað heima í stovuni. Og tá Jógvan kendi seg illa viðfarnan, so hevði pápin nøkur ráð at geva honum.

? Hann hevði lært seg ikki at ganga runt og svara til hvørt orð, ið sagt var. Og tá eg kanska onkuntíð var eitt sindur keddur, tí at nú hevði hesin sagt tað og tað, lagt meg undir tað og tað, segði hann bara: ?Lat sum onki?. Tað var hansara motto og blaðar tú í gomlum bløðum, so er eisini sera sjáldsamt at síggja nakran kommentar frá Niels Juel Arge.

? Sjálvur var eg kanska eitt sindur meira lættmunnaður og svaraði onkuntíð aftur í bløðunum, um eg helt meg vera fyri ógrundaðum atfinningum.

1. január ár 2000 hevur Jógvan Arge verið tredivu ár í ÚF, seinastu tíggju árini sum programleiðari. Fenomenali ítróttarspeakarin er ikki sloppin við í stólin hesaferð. Rithøvundin er heldur ikki sloppin við. Jógvan hevur skrivað rúgvu av bókum gjøgnum árini ? seinast ?Teir tóku land?, sum júst er útkomin. Hesin parturin av hansara lívið er heldur ikki komin við. Hann er kortini fyrst og fremst útvarpsmaður, sum í programmleiðarastarvinum nú upplivir at politikararnir hava tikið monopolrættin frá útvarpinum. Kortini óttast programleiðarin ikki fyri avleiðingunum. Hann heldur tvørturímóti, hetta er sunn avbjóðing fyri Útvarp Føroya.

Og soleiðis kemur tú til partin, har Jógvan absalutt ikki ætlar sær at lata sum onki.

Ja, Jógvan. Hvat gera tit í útvarpinum tann dagin eitt lokalútvarp bjóðar tykkum av?

? So hólva vit teir av!


---

Í stólinum næsta hósdag: Høgni Hoydal