Sviar skulu á ríkisdagsval 13. september, og valstríðið er nú av álvara farið í gongd.
Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning hjá Verian fyri SVT vísir, at andstøðan hevur ein fyrimun upp á heili tíggju prosentstig.
Flokkarnir, sum verða roknaðir til andstøðuna, fáa sambært kanningini 53,9 prosent av atkvøðunum og 196 av teimum 349 sessunum í Ríkisdegnum. Stjórnargrundarlagið hjá Ulf Kristersson fær 43,9 prosent og 153 sessir.
Størsti flokkurin er framvegis Socialdemokraterna við Magdalenu Andersson á odda. Flokkurin stendur til 30,5 prosent av atkvøðunum.
Magdalena Andersson var forsætisráðfrú frá november 2021 til oktober 2022. Hon mátti lata Ulf Kristersson sessin eftir valið í 2022, tá borgarligu flokkarnir saman við Sverigedemokraterna fingu meiriluta.
Nú kann hon vera á veg aftur.
##med2##
Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum
Ein serligur trupulleiki hjá stjórnarsamstarvinum er Liberalerna.
Flokkurin hevur í fleiri kanningum ligið væl undir fýra prosent, sum er vanliga markið fyri at fáa umboðan í svenska Ríkisdegnum. Í einari Demoskop-kanning í august fekk Liberalerna bert 2,4 prosent.
Í somu kanning fekk Socialdemokraterna 30,2 prosent, Sverigedemokraterna 20,2 og Moderaterna hjá Ulf Kristersson 16,8 prosent.
Munurin millum blokkarnar var tó minni í hesi kanningini enn í kanningini hjá SVT/Verian. Demoskop hevði andstøðuna á 50,6 prosentum og stjórnarflokkarnar á 46,9 prosentum.
Tað vísir, at nógv enn kann broytast teir seinastu vikurnar undan valinum.
##med3##
Kristersson gevst ikki
Ulf Kristersson hevur eisini mint á, at borgarligu flokkarnir lógu aftanfyri í veljarakanningunum undan valinum í 2022, men kortini endaðu við at vinna.
– Vit lógu undir í øllum kanningum seinast, eisini á sjálvum valdegnum, men vit vunnu, segði hann við SVT fyrr í vikuni.
Men sambært svenska valgranskaranum Henrik Ekengren Oscarsson er tíggju prosentstiga munurin í nýggjastu SVT-kanningini stórur so stutt undan einum vali.
Valstríðið snýr seg millum annað um livikostnaðin hjá svium, kriminalitet, tilflyting, trygd og orku.
Fyri Magdalenu Andersson er málið greitt: Eftir fýra ár í andstøðu vil hon aftur í forsætisráðfrúusessin.
Um veljarakanningarnar halda, kann tað gerast veruleiki 13. september.
Tølini í greinini eru úr nýggjastu Verian/SVT-kanningini, sum varð gjørd 3.–16. august millum umleið 3.000 veljarar, og Demoskop-kanningini frá 29. juli til 10. august.
##med4##













