Mammurnar umboða Dreymarnar

Tá tað varð kunngjørt, at The Dreams vórðu ársins bólkur, vóru tað ikki harðir punkarar, ið trinu á pallin. Teir vóru nevniliga staddir á Tvøroyri, har teir skuldu spæla konsert. Ístaðin høvdu teir fýra sent mammurnar at taka ímóti Planet heiðurslønini.

    Forsangarin Hans Edward Andreasen var tó við í telefonini, og hann var fegin um heiðurin. – Hetta er ordiliga feitt. Tað er kul at vera best í Føroyum, og tað er serliga kul, tí tað er fólkið í Føroyum, sum hevur stemmað uppá okkum. 

    Hann var eisini fegin um árið um heild. – Í ár er alt kickstartað hjá okkum, og nú eru vit ordiliga komnir í gongd. Men sjálvt um tað hevur verið gott í ár, so verður tað enn betri næsta ár. Alt tað besta er eftir enn, segði ein glaður og vónríkur Hans Edward Andreasen.

Mammurnar Súsanna, Malan og Edith vóru ikki minni fegnar.

- Vit eru øgiliga stoltar. Í fleiri ár hava vit nú lagt oyru og tol til, men nú hava vit fingið alt aftur í ríkiligt mát.

     Og mammurnar fylgja væl við synunum í Danmark. Hvønn fríggjdag er Boogie listin á skránni, tí tær vilja vita hvat nummar The Dreams eru.

- Teir eru seriøsir og teir arbeiða hart, og tí vænti eg, at teir fara at koma langt, sigur Súsanna.

Malan skoytir uppí og sigur, at teir trúgva uppá tað, brenna fyri tí og so elska teir tónleikin. Og mammurnar teljast eisini ímillum størstu fjeppararnar.

Tær eru samdar um, at The Dreams spæla tónleik fyri øll, tí teir hava so melodiøs løg. Og – eins og meirilutin av sms-atkvøðarunum- dáma tær avbera væl teirra tónleik.