Tað er eitt sindur trupult, at geva beinleiðis svar uppá hesar spurningarnar, m.a. tí tað kemur so nógv inn í hvønn annað.
1.Lóggávuvaldið.
Tað fyrsta er lóggávuvaldið. Hetta er í stóran mun bygt á ta kristnu trúnna. Hetta sæst m.a. í tí, at menniskjan er hægri sett í mun til djórini. Men eisini í boðum og forboðum, sum t.d. at ikki er loyvt at stjala, drepa, at gera seg inn á onnur o.s.fr.
2. Hugburðurin hjá menniskjum.
Fyri tað næsta er tað hugburðurin hjá fólki. Hann ávirkar ofta móti rotinskapi, og hann virkar sum salt. Hugburðurin er eisini soleiðis, at hann ikki er egoistiskur, men nógv verður eisni hugsað um onnur.
3. Tryggleiki sum fiskivinnutjóð.
Fyri tað triðja hava vit tey virði í kristindóminum, at vit kunnu kenna okkum trygg, og her vil eg serliga leggja dent á okkum sum fiskivinnutjóð.
Vit biðja til Gud um at verja sjómenninar, og at geva kraft og styrki. Vit leita eftir nøkrum sterkum at halda í, og tað hava vit í hesum tryggleikanum, sum kristindómurin gevur.