Fólkakirkjan skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru bæði kynini umboðað í leiðslu fólkakirkjunnar.
At kvinnur átaka sær leiðandi leiklut í kirkjuni hevur stóran týdning, ikki einans í mun til javnstøðu, men eisini fakliga vísandi til sjónarmið og royndir, ið seta dám á tær avgerðir, ið koma at mynda kirkjunnar framtíð.
Ein fjølbroytt leiðsla fevnir væl breiðari og nemur fleiri sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild. Tí leiðsla snýr seg eisini um umboðan og ávirkan.
Tá bæði menn og kvinnur eru við, har tær týdningarmestu avgerðirnar verða tiknar, verður leiðslan í breiðari høpi ein mynd av kirkjuliga felagsskapinum í Føroyum.
Dómprósturin er varamaður biskups, og Maria verður virkandi biskupur til og við 14. september.









