Marianna Winter konsert á Listasavni Føroya

Bert 40 pláss sett til sølu.

Mánakvøldið 10. aug. kl. 20 verður forkunnug konsert inni í framsýningini á Listasavni Føroya.

 

Marianna Winter fer at bjóða lurtarum eina heilt serstaka og øðrvísi uppliving av nýggju útgávu hennara “The More You Know”, sum kom út tann 29. mai, skrivar Listasavn Føroya á sínum vanga á facebook.

 

Við sær hevur hon Ragnar Finsson á gittara og kórsangi, Biritu Dam á viola og kórsangi, og Bjørt Holm á cello og kórsangi. Tey fýra fara at framføra sangirnar í spildurnýggjum hami.

 

Konsertin verður inni í eini av framsýningar-pyramidunum á Listasavninum.

 

List er á veggjunum og høgt er til loftið. Fyri at tryggja, at øll sita væl, verða bert 40 pláss sett til sølu.

 

Atgongumerki kosta 110 kr. og kunnu keypast á atgongumerki.fo.

 

Konsertin er stuðlað av Økistónum.