info
Ongi úrslit

NSÍ livir í vónini

Avrikið um eina viku í Klaksvík skal vera av sama slagi sum fyri viku síðani í Slovenia, um tað skal eydnast NSÍ at vinna seg víðari í UEFA Conference League

Jóannes Hansen
6. august 2026 kl. 21:41

Einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Soleiðis er støðan, nú fyrri dysturin millum sveisiska Lugano og NSÍ er liðugur á Lugano Arena, har tað í kvøld vóru 33 hitastig.

Seinni dysturin verður um eina viku í Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference League.

Tá ið liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík verður setningurin hjá NSÍ nett tann sami, sum hann var fyri einari viku síðani, tá ið NSÍ var á útivølli í Slovenia ímóti FC Koper. Tá var útgangsstøðan tann, at FC Koper var frammanfyri við tveimum málum, tí slovenska liðið vann 2-0 í Klaksvík. NSÍ megnaði at reisa seg og eftir longdaleiktíð og brotssparkskapping at vinna seg víðari í kappingini.

Nú er møguleiki at endurtaka hetta bragdið, tá ið NSÍ um eina viku verður á heimavølli og við knívinum á barkanum fer at fáa stuðul frá heimaáskoðarunum.

Sveisiska Lugano legði seg á odda í 7. minutti, tá ið svenski álopsspælarin Elias Pihlström var málskjútti.

NSÍ var væl við og spældi seg fram til støður. Men tað var heimaliðið, ið sum tíðin leið trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin burtur undan ferðini til Føroya. Tað eydnaðist tíggju minuttir undan leikloki at økja um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var týski liðformaðurin og álopsspælarin Kevin Behrens.

Lugano var síðstu minuttirnar støðugt í álopi, og NSÍ vísti fínan hugburð og stríddist fyri lívinum og møguleikanum at taka tað mista aftur á heimavølli. At tað eydnaðist at halda heimaliðnum frá at skora fleiri mál komst fyrst og fremst av, at Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar.

Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað illa við, at Meinhard E. Olsen ikki var tøkur, eftir at hann mánakvøldið fór skaddur av vøllinum longu í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ í Gundadali spældi ímóti HB.

Einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Nú fer NSÍ at flyta fokus á grannauppgerðina á heimavølli ímóti Skála, sum er flutt til mánakvøldið klokkan 19. Og so verður takið í Klaksvík at reisa seg, sum NSÍ fyri einari viku síðani gjørdi í Slovenia.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

7 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

18 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hjólini eru farin út av vegkantinum

1 tími síðan
Tíðindi

33 skúlanæmingar deyðir í Pakistan

1 tími síðan
Tíðindi

Fara at savna føroyskar røður

2 tímar síðan
Tíðindi

772 milliónir fleiri útgoldnar í lønum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ríkisdagurin vrakaði Magdalenu Andersson

2 tímar síðan
Tíðindi

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestmenningar og hvalbingar keypt Biritu

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tilnevning av Jenis av Rana til Nobelvirðisløn

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Frá einari toppstýring til eina aðra toppstýring?

3 tímar síðan
Tíðindi

Ymisk viður­skifti gera at færri ung­tosk­ar yvir­liva

3 tímar síðan
Tíðindi

Oslo: Prísvøksturin á íbúðum er steðgaður

4 tímar síðan
Tíðindi

Virðislønir verða handaðar í Messuni í Sørvági

5 tímar síðan