Marit Poulsdóttir er 43 ára gomul og er útbúgvin námsfrøðingur í 2013. Hon hevur 9-ára starvsroyndir innan dagstovnaøkið, har hon hevur havt við børn frá 0 ár og upp til skúlaaldur at gera. Fram til nú hevur hon arbeitt sum námsfrøðingur í útibarnagarðinum í Trongisvági.
Tvøroyrar kommuna vísir á, at starvið varð lýst leyst í januar í ár, og Marit gjørdi beinanvegin av at søkja. Hon helt hetta vera eitt spennandi starvsøki innan námsfrøði, og tá hon frammanundan hevði hug til at royna nakað nýtt, var hetta eitt kærkomið høvi.
- Marit ætlar sær fyrst at læra starvsfólkið at kenna og at fáa eitt gott samstarv við tey. Hon brennir serliga fyri sambandinum millum børnini og tey, ið ansa eftir teimum, og ætlar hon at leggja serligan dent á tað. Hon sigur seg vilja verða við til at framtíðartryggja dagrøktina, og í tí sambandi vil hon raðfesta skeiðsluttøku hjá starvsfólkunum sera høgt.
Tvøroyrar kommuna vísir á, at nú Marit verður leiðari fyri dagrøktini á Tvøroyri, í Sumba og í Hvalba, fær hon ábyrgdina av 27 dagrøktarum, umleið 105 børnum og trimum spælistovum.
- Marit Poulsdóttir viðurkennur, at uppgávan er sera avbjóðandi, men hon gleðir seg til hana. Fyri hana er tað sera týdningarmikið at taka atlit til hvørt einstakt starvsfólk, tá avgerðir verða tiknar. Hon gleðir seg at koma í gongd og at vitja heimini og stovnarnar í dagrøktini, og hon vónar, at samstarvið verður gott.
Tvøroyrar kommuna ynskir henni vælkomnari í starvið og bestu eydnu. In.fo kann leggja aftrat, at Marit byrjaði í starvinum sum dagrøktarleiðari í dag.