Tingmaðurin, Marjus Dam hevur í dag boðað frá, at hann stillar ikki upp aftur fyri Sambandsflokkin. Orsøkin til hesa avgerðina er hon, at eg velji at røkja mítt starv sum kommunulækni fulla tíð, sigur hann m.a. Í grundgevingum sínum.
Marjus varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, og metir sjálvur at hesi árini í politikki hava verið sera áhugaverd.
Nógv er komið av skafti, men enn er kortini nógv eftir at gera. Hann vísir her á, at nógvar familjur eru noyddar at flyta av landinum, tí tann neyðuga hjálpin til børn við serstøkum tørvi ikki er til staðar.
- Tað er nógv eftir at gera, og arbeiðið at byggja land verður ongatíð liðugt. Neyðugt er framvegis at arbeiða soleiðis, at vit ikki bróta niður, sigur Marjus Dam í fráboðan síni.