Eitt mentanartiltak verður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í kvøld, har tvíburarnir Marnar og Árni Andreasen syngja og spæla.
Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum á heiminum. Í kvøld kl. 19.30 syngja og spæla tvíburarnir Árni og Marnar Andreasen í kantinuni á heiminum.
Aftaná mentanartiltakið týskvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.