Fyrst í vikuni frættist um, at ein 63 ára gamal føroyingur varð stungin við knívi so meint, at hann seinni doyði á operatiónsborðinum.
Føroyingurin var Martin Jacobsen, sum síðani fyrst í 80-árunum hevur búð í Danmark, fyrst í Keypmannahavn og seinni í Lyngvig norðan fyri Hvide Sande.
Familjan í Føroyum var sjálvsagt skelkað av tíðindunum. Rás2 tosaði við bróður Martin, Steintór Jacobsen, og spurt hann, hvussu hann upplivdi telefonboðini um, at bróðurin var stungin.
Hoyrið samrøðuna niðanfyri: