Masa Tróndheim úr Klaksvík gjørdist vinnari av kappingini um ársins vakrastu songrødd.
Tað var ein spentur áhoyraraskari, sum var samankomin í Mentannarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Húsið var fullsett, og lagið var gott.
Rólig og uttan hóvasták kom 25 ára gamla Masa á pallin. Men skjótt vann hon áhoyrararnar og fekk øll við sær, tá hon sang songin hjá Madonnu, ?Like a prayer?.
Professionel framførsla
Við nýmótansgjørdu framførsluni av songinum frá 1989, ?Like a prayer?, megnaði Masa at syngja seg til fyrsta plássið.
Framførsla hennara var professionel, og hon hevur røddina, sum skal til. Hon var sannførandi og sjálvsikkur og sá knæsandi gott út. Hon hevur snøgt sagt alt, sum skal til, fyri at gera seg galdandi innan songverðina.
Tað sá út, sum hevði Masa ikki gjørt annað enn at staðið á einum palli.
Og ikki er sørt, at hon hevur sungið fyri áhoyrarum fyrr.
Von at syngja
Masa er dóttir Dagny og Gerhard Tróndheim, og í heimi teirra hevur tónleikur og sangur átt eitt stórt pláss.
Pápi hennara sang frá ungum av við bólkinum, sum kallaðist, Kvartettin í Betesda, og mamma hennara hevur sungið í kóri í mong ár.
Í faðirætt hevur hon ætt Undir húsinum í Leirvík, har fleiri kendar songrøddir eru, eitt nú Teitur Lassen, Elin Heinesen og Pætur við Keldu.
Eisini á móðursíðu, sum er abbadóttir Dávur úr Gerðum, finnast góðar songrøddir og tónleikarar.
Hon og systrar hennara hava av og á sungið til veitslur, sum brúdleyp, føðingardagar og onnur tiltøk. Tá hevur pápi teirra oftast havt undirspælið.
Eisini syngur Masa í kóri, og í løtuni syngur hon við kvinnukórinum, Suð í Klaksvík.
Ovfarin
Sjálv er Masa ovfarin av, at hon gjørdist best. Hon sigur, at hini vóru øll so góð, at hon als ikki hevði væntað sær at vunnið.
- Eg havi altíð ynskt mær at sloppið við til ársins songrødd, men havi ongantíð havt mót ella torað. Men skuldi tað verða, so mátti tað verða nú, áðrenn eg verði ov gomul, sigur Masa.
Masa arbeiðir í løtuni sum avloysari í Norðoya Sparikassa, og seinni í ár byrjar hon í læru har.
Uppundir vikuskifti gjørdist hon forkølað, men hon brúkti heimaráð frá ommu sínari, so røddin kundi verða klár leygarkvøldið.
- Tað var ein einastandandi uppliving at syngja í Mentanarhúsinum. Ljóðklangurin var nógv betur har enn í KÍ-høllini, sjálvsagt, sigur hon.
Masa er ógvuliga glað um fyrsta plássið, men hon loypir ikki uppá báðum beinum, hóast tað. Hon ætlar at taka tingini, sum tey koma, sigur hon.
Í bankalæru
Nú stendur læran fyri durum, og Masa eigur lítla sonin, Ísak, sum er tvey ára gamal, so nóg mikið er at takast við fyribils.
Umframt tær 10.000 krónurnar, sum var høvuðsvinningur, vann hon eisini eina Rosendal stálskál, sum graverað er í, eina fløsku av sjampanju og eitt Toblerone, sum var um ein metur og vigaði fleiri kilo.
- Men Toblerone sá Masa ongantíð aftur, tað fóru nakrir av
ovfarakátu áhoyraranum avstað við, flennir Masa, sum var so glað um sigurin, at hon ikki tímdi at gráta um mistu sjokulátuna.