Við skipinum Bandero hava fólk frá Paul Watson-felagsskapinum órógva íslendsk hvalaveiðuskip. Skipið varð tí tikið til lands og lagt. Mynd: Landhelgisgæsla Íslands

Maskinmeistari hjá Paul Watson slapp ikki inn í Ísland

Ein maskinmeistari, sum skuldi vera við til at sigla Paul Watson-skipið Bandero úr Íslandi, fekk noktað innferð á flogvøllinum. Grudgeving: Maðurin ikki hevði arbeiðsloyvi.

Við skipinum Bandero hava fólk frá Paul Watson-felagsskapinum órógva íslendsk hvalaveiðuskip. Skipið varð tí tikið til lands og lagt. Mynd: Landhelgisgæsla Íslands

Sambært sakføraranum hjá Paul Watson-felagsskapinum var grundgevingin, at maðurin ikki hevði arbeiðsloyvi.

 

Sakførarin, Helgi Þorsteinsson Silva, heldur avgerðina vera skeiva, tí maskinmeistarin ikki skuldi arbeiða í Íslandi, men bert manna skipið, meðan tað varð siglt úr landinum. Avgerðin er kærd til íslendsku kærunevndina í útlendingamálum.

 

Bandero liggur framvegis afturhildið í Akranesi. Hvalur hf. hevur kravt skipið afturhildið sum trygd fyri einum endurgjaldskravi í sambandi við átøkini hjá manningini móti hvalaveiðuni.

 

Umbønin hjá Paul Watson-felagsskapinum um at taka avgerðina um afturhaldið uppaftur varð víst aftur. Málið skal tí væntandi fyri héraðsrættin í Vesturlandi. Sakførarin vónar kortini, at ein loysn verður funnin fyrr, so skipið kann fara úr Íslandi.

 

Næstan øll upprunaliga manningin er farin úr landinum eftir at hava verið útvíst. Nýggjur skipari er komin til Íslands, men trupulleikin við maskinmeistaranum ger tað torførari at fáa Bandero avstað.

 

Skipið bíðar eisini eftir nýggjum skipspappírum úr Panama. Skipið ikki kann sigla lógliga, fyrr enn neyðugu pappirini eru fingin sum prógv.

 

Við skipinum Bandero hava fólk frá Paul Watson-felagsskapinum órógva íslendsk hvalaveiðuskip. Skipið varð tí tikið til lands og lagt. Mynd: Landhelgisgæsla Íslands