Nógv er broytt hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge í FC Fredericia.
Í nærum eitt ár spældi hann ongan kappingardyst fyri Fredericia, men tá hann fekk møguleikan móti stórliðnum, FC Keypmannahavn á Monjasa leikvøllinum í Fredericia 1. august tók hann av.
Síðani 1. august hevur Mattias vart málið hjá Fredericia í trimum dystum aftrat, og sunnudagin helt hann málið reint í 1-0 heimasigrinum hjá Fredericia á Randers FC.
Fyri avrikið er Mattias valdur á vikuliðið hjá stóra danska fótbóltsmiðlinum, bold.dk.
##med2##
Í næstbestu donsku deildini er Adrian R. Justinussen valdur á vikuliðið.
Leygardagin vann Hillerød á heimavølli 3-1 á B93, og tá skoraði Adrian fjórða málið í sjey dystum. Fyri góða avrikið er Adrian valdur á vikuliðið hjá Viaplay, ið er sjónvarpssamtakið sum dekkar danskan fótbólt best.
##med3##