Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge slapp at verja málið í tí fyrstu søguligu grannauppgerðini millum Fredericia og Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini. Áður hava liðini leikt grannauppgerðir í lægri deildum. Talan eru um fimta dystin hjá Mattiasi í superliguni hetta kappingarárið.
Dysturin endaði við við javnleiki 1-1. Mattias hevði ongan møguleika at bjarga harða skotinum, tá Amin Chiakha hjá Vejle í 64. minutti meddaði til, og legði útiliðið á odda 1-0. Níggju minuttir seinni javnaði Oscar Buch, tá hann fekk eina tá á eitt gott innlegg frá Patrick Egelund.
Mattias hevði fimm bjargingar í dystinum, og hann fær frá Soccerstand næstbesta karakterin, ið er 7,4 (av 10 møguligum). Bara verjuleikarin Frederik Rieper fekk betri karakter enn Mattias. Frederik Rieper fekk karakterin 7,6. So talan er um eitt gott avrik hjá okkara landsliðsmálverja í kvøld.
Fredericia er nummar seks í deildini við 11 stigum fyri átta dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Fredericia dyst á útivølli í Odense móti OB.
##med2##