Hondbóltur
Kvinnurnar rendu seg í sítt fyrsta tap hetta kappingarárið, tá VHC/Vidar basti føroysku kvinnunum 17-16.
Føroysku kvinnurnar vóru annars á odda 13-8 í steðginum, har serliga álopsparturin hevði riggaði ógvuliga væl. Tað sama kann ikki sigast um seinna hálvleik, tá tað gingu út ímóti tíggju minuttum, áðrenn ÍF Føroyar fekk fyrsta málið.
Hjá monnum gekk nakað væl betri. Hesir vunnu 35-17 eftir at hava verið á odda 16-6 í steðginum. Dysturin var ein uppgerð millum topp og botn í deildini, og tað sást aftur á øllum brøgdum.
Sum dysturin leið kom Rødovre nakað betri við, men ÍF Føroyar vísti styrki og serliga Magnus Poulsen á strikuni stóð seg væl. Sigurin, sum av sonnum staðfesti munin millum topp og botn, er eisini ársins størsti hjá ÍF Føroyum.
Menninir hava nú 19 stig fyri 11 dystir og liggja fremstir. Nærmastu appingarneytarnir hava 14 stig fyri 8 dystir.