Mentamálaráðharri á almennari vitjan

Í dag og í morgin verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vertinna hjá íslendska mentamálaráðharranum, Illuga Gunnarssyni, sum við fylgi kemur á almenna vitjan í Føroyum.

 

Mentamálaráðið hevur fyrireikað eina fjølbroytta skrá í dag og í morgin, har íslendsku gestirnir fáa innlit í ein part av umfatandi virkseminum, sum Mentamálaráðið hevur við at gera.

 

Illugi Gunnarson hevur eitt nú stóran áhuga fyri dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og miðnámsskúlaøkinum, so lagt verður fyri mánamorgunin við vitjan í Mentamálaráðnum, á Dagstovninum á Hamrinum, í Skúlanum á Argjahamri og á Glasi í Marknagili.

 

Seinnapartin gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, í Kringvarpið og í Listasavnið. Allastaðni verða køn fólk til reiðar at taka ímóti, vísa runt og greiða frá.

 

Fyrri dagurin endar úti í Tinganesi, har rundvísing verður í gamla parturin av Tórshavn og í Tinganesi, áðrenn landsstýriskvinnan verður vertur fyri einum døgurða í Fútastovu.

 

Vitjan á Søvnum Landsins er fyrsta miðið týsmorgunin. Tyrlan kemur eftir fylginum og flýgur út í Koltur, har fylgið fær rundvísing og miðmála. Síðan verður flogið vestur í Vágar, har gestirnir fara á enn eina dagstovnavitjan, hesaferð í Miðgarði í Miðvági. 

 

– Tað er altíð hugaligt at røkja norðurlendsku mentanarsambondini, ikki minst við grannar okkara  í Íslandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

 

– Við at knýta londini tættari saman, koma vit bæði lættari og skjótari á mál við evnum, sum krevja felags stev. Eisini er tað gull vert at fáa íblástur frá hvørjum øðrum, sigur landsstýriskvinnan, sum sjálv var á vitjan hjá Illuga Gunnarssyni í Reykjavík á heysti í fjør. Har fekk hon hópin av íblástri, eitt nú um eitt fyrimyndarligt landsumfatandi átak um málsliga menning hjá børnum, sum hevur hepnast serstakliga væl í Íslandi.

 

Íslendski mentamálaráðharrin við fylgi fara av landinum aftur seint týsdagin.