Mentanardagar í Sumba

Tað er komandi vikuskifti, at hildnir vera Mentanardagar Í Sunnba, undir heitinum "Sunnast í Føroyum".

 

Longu hósdagin verður byrjað við Kringvarps Guðstænastu,har Jónsvein Bech prestur ferð at røða um keltisk árin á Kristnitrúgv Føroyinga, og setir Sunnbiarkórið dám á Gudstænastuna við frálíkum sangi.

 

Á andaliga økinum vera fleiri útimøti hildin teir dagarnar mentanardagarnir varða. Skráin er drúgv og eru tiltøk á skránni fyri bæði børn,ung og tilkomin, og verður ein riðil av fólkatónleiki at hoyra, eins og nógvar serstakar framsýningar, og náttúrulýsingar.

 

Nevnast kann, at útferð verður gjørd vestur undir vakrastu fuglabjørg í Føroyum, at skoða tað heilt sermerktu náttúru og meingi, ið har er.

 

Skutlibussar flyta fólk niðan á hest um viðrar, og verður síðan gingið niðan á Beinisvørð, haðani allar Føroyar síggjast um tað er klárt í veðrinum.

 

Eisini flyta Skutlibussar fólk í Akraberg, har vitin verður opin fyri almenninginum á mentunardøgunum, og tað er eitt frálíkt høvið at skoða landsins syðstu náttúru haðani.

 

Hildnir vera fólkafundir har Mentamálaráðharrin og fleiri flyta fram røðu. Tiltakið er í høvuðsheitinum bygt rundan um Sunnbiar Sóknar Bygdarsavn, sum letur upp alment Leygardagin 19.Mai, har millum annað landsins størsta fuglasavn kemur at húsast.

 

Sum á øllum slíkum stevnum, so verður eisini Tivoli hoppiborg og annað í skúlagarðinum, og fara Angela og Hanniball at hava familju sýning í Samkomuhúsinum.

 

Samkomuhúsið verður karmur rundan um tey flestu tónleika tiltøkini, framførslur og annað, og verður har eisini matsøla, men eisini verður Pannukøkubúðin við á mentanardøgunum.

 

Tey dansuglæðu kunnu fegnast um tiltakið í Sunnba,tí longu fríggjakvøldið verður bæði føroyskur og enskur dansur. Sunnbiar dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í gomlu dansistovuni, og í Samkomuhúsinum spælir Finnbogi Lisberg Band til frálíkan enskan dans, og samstundis skipar Áshild Kjærbo fyri Linedansi.

 

Les meira um tiltakið á www.sumba.fo

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.