Messi hevur nú 500 miljónir fylgjarar á Instagram

Tað er bara Cristiano Ronaldo, ið hevur fleiri fylgjarar

Tað er eitt ótrúligt tal av fólki, ið fylgir Cristiano Ronaldo og Lionel Messi á sosiala miðlinum, Instagram.

 

Tað eru nú 500 miljónir fólk, sum fylgja Lionel Messi á Instagram.

 

Tað er bara Cristiano Ronaldo, ið hevur fleiri fylgjarar enn Messi. Ronaldo hevur heili 622 miljónir fylgjarar á Instagram.

 

Tá Lionel Messi deildi eina mynd av sær og HM-steypinum, ið Argentina vann 18. desember í 2022, fekk myndin heili 75,5 miljónir "likes".

 

##med2##