Tvær áttindapartsfinalur hava verið í Champions League í kvøld. Barcelona vann 2-0 á Manchester City, meðan Paris Saint-Germain vann 4-0 á Bayer Leverkusen. Í báðum førum var talan um útisigrar.
Brotsspark feldi Manchester City
Barcelona hevði takið á dystinum í Manchester, men Manchester City vóru als ikki útspældir, tá teir stutt inn í seinna hálvleik gjørdu brotsspark og fingu ein mann útvístan.
Jesus Navas misti bóltin í uppspælinum og vildi hava fríspark. Barcelona fór í álop og sendi Lionel messi avstað. Útskeldaði miðverjin hjá Manchester City, Martin Demichelis, tveitti seg eftir bóltinum, men endaði við at fella Lionel Messi.
Svenski dómarin bríkslaði fyri brotsspark og gav Martin Demichelis reytt kort fyri neyðbremsuna. Tað er ivasamt um talan er um brotsspark, tí samband er fyrst uttanfyri brotseigin. reyða kortið er tó ivaleyst.
Lionel Messi skoraði trygt upp á brotssparkið. Eftirfylgjandi hevi Barcelona nakrar stórar møguleikar, men Manchester City kom seg eftur skelkin og kundi eins væl havt javnað, hóast ein mann í undirtal.
Í hinum endanum fekk Barcelona eitt mál kolldømt, sum sjónbandamyndir vísa ikki er rangstøða. Bara minuttir fyri tíð kom Barcelona upp á 2-0, tá Dani Alves kom frá høgra bakki og drønaði framvið. Hann endaði inni í brotsteiginum og trillaði bóltin millum beinini á Joe Hart.
Samanumtikið var Barcelona omaná leikliga. Tað er heldur torført at velja eina Barcelona spælara burturur, men helst mundi Dani Alves verða millum teir bestu. Fyri Manchester City spældi millum annað Vincent Kompany avbera væl í miðverjuni.
Zlatan og PSG víðari
Tað skal verða undarligt, um PSG ikki verður at finna í fjórðingsfinaluni. Teir vunnu heili 4-0 í Týsklandi móti Bayer Leverkusen. Tað gekk gali longu frá byrjan, tá PSG kom á odda eftir tríggjar minuttir.
Úrslitið bleiv ein 4-0 sigur, har Zlatan Ibrahimovic skoraði tvey, meðan Blaise Matuidi og nýkeypti Yohan Cabaye skoraði hini bæði málini.
Champions League – áttandapartsfinalur:
Í dag:
Manchester City – FC Barcelona 0-2 (0-0)
0-1 Lionel Messi, 54 br
0-2 Dani Alves, 90
Bayer Leverkusen – PSG 0-4 (0-3)
0-1 Blaise Matuidi, 3
0-2 Zlatan Ibrahimovic, 52 br
0-3 Zlatan Ibrahimovic, 42
0-4 Yohan Cabaye, 88
Í morgin:
AC Milan – Atletico Madrid (19:45)
Arsenal – Bayern Munchen (19:45)