Skipasmiðan Mest hevur sett sonevnda A-rammu og avlúsingarskipan í tænastuskipið, MS Martin hjá Bakkafrosti, og hetta hendir samstundis, sum Mest hevur vunnið eina nýggja verkætlan hjá Bakkafrosti til Skotlands.
Í samband við arbeiðið umborð á Martini, hevur Mest staðið fyri sniðgeving og framleiðslu av eini 12 metrar høgari og 8,5 metrar breiðari A-rammu, umframt at skipasmiðan hevur sett framkomna avlúsingarskipan í skipið.
Í gjár frættist eisini, at Mest - í kapping við sjey aðrar útlendskar skipasmiðjur - hevur vunnið arbeiðið at umbyggja eitt supply-skip til avlúsingarskip, sum skal brúkast í alivirkseminum hjá Bakkafrosti í Skotlandi.
##med2##
Umbyggingin av dekkinum umborð á tænastuskipinum Martini hevur verið í gongd í nakrar vikur. Í fyrstu atløgu er avlúsingarskipanin, sum var umborð, skift út við eina nýggja av merkinum FLS, sum er ein av mest framkomnu avlúsingarskipanum í heiminum.
Talan er um eina skipan, sum fer serliga væl við laksinum.
Harumframt hevur Mest sniðgivið og framleitt eina sonevnda A-rammu, sum skal brúkast til at stýra slangunum, ið koyra laksin út aftur í aliringin. A-ramman er umleið 12 metrar høg og 8,5 metrar breið og er ment av Mest eftir tí tørvi, sum Bakkafrost hevur.
- Sjálv A-ramman er sett í, og væntandi er, at endaliga arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni. Sum nakað serstakt hava vit eisini sett upp eina gangibrúgv á A-rammuna, so starvsfólk ómakaleyst kunnu koma so tætt at aliringunum sum gjørligt.
##med3##
Á Mest vísa tey á, at talan er um eina umfatandi verkætlan umborð á Martini.
Hin verkætlanin, sum Mest fer í gongd við í juli, er avlúsingarskipið, sum Bakkafrost hevur keypt og skal brúka í sínum alivirksemi í Skotlandi. Henda verkætlanin snýr seg um umbygging av einum supplyskipi (PSV) til avlúsingarskip (FFUV).
- Ymiskar tillagingar skulu gerast umborð, og eitt nú skal dekkið reinsast fyri timbur og stál og gerast klárt til at seta eina FLS-avlúsingarskipan á dekkið, eins og nýggj Mest A-ramma skal framleiðast og setast í skipið. Hetta er sama skipan, sum Mest hevur sett upp umborð á tænastuskipinum, Martini.
Mest vísir á, at fýra Melcal-dekskranar, spøl og spælkoppar skulu setast í nýggja skipið, og her skal eisini nógv gerast við hydraulikki, umframt at ávísar broytingar og tillagingar skulu gerast í manningarrúmum og á brúnni.
- Verkætlanin við Martini hevur verið umfatandi, og hon hevur eisini eydnast væl. Nú gleða vit okkum til møguleikan at fremja eina líknandi verkætlan fyri Bakkafrost til skipið hjá felagnum í Skotlandi, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.