Mest hevur latið tvíkilju til Hiddenfjord í dag

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á Mest, er 16 metrar long og 8 metrar breið.

 

- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl, og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna - serliga tað, at hon er latin til tíðina.

 

Tað segði Mouritz Mohr, stjóri á Mest, í røðu umborð.

 

Hetta er onnur av tveimum tvíkiljum, sum Mest hevur bygt Hiddenfjord, og hon varð handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord, í dag.

 

Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.

 

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið, Heinanøva. Hon er bygd til aliøkið á Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord-manningini. 

 

Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð, segði hann eitt nú soleiðis:

 

- Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar, har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðnum heilt frá byrjan av - líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð.

 

Og hann legði aftrat:

 

- Um vit hava havt tørv á broytingum - ja, so hava vit bara tikið tað upp við Mest, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka Mest fyri væl leidda verkætlan.

 

Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald, har stjórin á Mest, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu.

 

##med2##

 

Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á Mest og undirveitarar fyri væl úr hondum greitt arbeiði. 

 

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á Mest, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Hon er útgjørd við tveimum stórum MELCAL-kranum ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.

 

- Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group, so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð, sigur Mest í tíðindaskrivi í dag.