Tá Mest í desember mánaði í fjør søkti um, at fáa loyvi at byggja dokk í Skála, varð málið sent til teknisku deild í kommununi at arbeiða víðari við. Tað vísti seg tó, at bygningurin sum Mest ætlar at byggja var so mikið høgur, at hann ikki líkur tær treytir, sum eru í býráðssamtyktini og í býarætlanini.
Tí varð málið viðgjørt og sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, sum varðar av býarskipanarnevndini hjá landinum, greiðir Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, frá í tíðindunum á Rás2 í dag.
Mælt varð til, at Mest leggur fram ætlanir sínar á fundi við viðkomandi partar áðrenn støða verður tikin í málinum.
Í kvøld leggur mest ætlanir sínar fram á borgarfundi í Runavík, og høvi verður eisini hjá borgarum, sum koma til fundin at seta spurningar og koma við viðmerkingum, sigur borgarstjórin.
Tríst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna.