Retrobilurin Fiat 500 er mest seldi persónbilur í Danmark higartil í ár. Við 2.044 seldum bilum fyrra hálvár í 2010 er retrobilurin Fiat 500 mest seldi persónbilur í Danmark higartil í ár.
Mest seldu bilarnir eru ofta familjubilar við góðum plássi til fólk og viðføri, men í Danmark vísa tøl frá De Danske Bilimportører at Fiat 500 er tann mest seldi bilurin. Fiat 500 er ein minibilur, sum er gjørdur við Fiat 500 frá 1957 sum fyrimynd. Næstmest seldi bilur í Danmark er Opel Corsa og nummar trý er Ford Fiesta.
Her hjá okkum vísa hagtøl hjá Akstovuni at Citroën var mest selda bilmerki fyrra hálvár við 70 bilum, meðan kappingin millum Ford og Toyota var sera tøtt við ávikavist 61 og 60 bilum. Sambært hagtølunum er Honda Accord mest selda bilmodell við 25 bilum, Kia Ceed er nummar tvey við 24 bilum og nummar trý er Citroën C4 við 16 bilum.