Mest: Tað er stuttligt at síggja!

Byggingin av tvíkiljunum til Bakkafrost gongur væl, og á nýggjum myndum sæst, at nú hevur onnur fingið lit.

- Tað er stuttligt at síggja, at tvíkiljurnar nú veruliga byrja at taka skap. Alt arbeiði upp á hesar tvíkiljurnar til Bakkafrost verður gjørt í Føroyum, har skipasmiðjan Mest stendur fyri sniðgeving, bygging av skrokki og øllum byggiarbeiðinum.

 

Tað siga tey á Mest, sum eisini hava lagt nakrar myndir av byggingini út á sína heimasíðu - www.mest.fo. Myndirnar eru tiknar um miðjan november, og her sæst, at onnur tvíkiljan - tann, sum er komin longri - eisini hevur fingið lit.

 

Fyrr í ár bórust tíðindi um, at Mest hevur ætlanir um at inniloka dokkina á Skála, og hetta er ein stór verkætlan, sum liggur fyri framman hjá skipasmiðjuni.

 

- Sum gongdin er í vinnuni í dag hava vit góðar vónir um ætlaninar at inniloka dokkina á Skála, og arbeitt verður ítøkiliga og miðvíst við at fremja hesa ætlan í verki, segði Mouritz Mohr, stjóri á Mest við In.fo fyrr í heyst.