Bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, og stjórnarleiðarin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, hava ført fram, at Grønland hvørki er til sølu ella kann leggjast undir annað land. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen heitir á USA um at steðga hóttanum

Tað gevur onga meining, at tað hevði verið neyðugt hjá USA at yvirtikið Grønland, sigur danska forsætisráðfrúan.

Bæði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, og stjórnarleiðarin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, hava ført fram, at Grønland hvørki er til sølu ella kann leggjast undir annað land. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað gevur als onga meining at tosa um, at tað er neyðugt hjá USA at yvirtaka Grønland.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark í dag í eini fráboðan eftir samrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, har hann enn einaferð leggur dent á, at USA hevur brúk fyri Grønlandi.

– Eg noyðist at siga tað sera beinleiðis við USA, sigur forsætisráðharrin og heldur fram:

– USA hevur ongan rætt til at leggja eitt av teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum undir seg.

Í útsøgnini leggur Mette Frederiksen dent á, at danska kongaríkið - og harvið Grønland - er partur av NATO og harvið fevnt av trygdarváttanini hjá samgonguni.

– Vit hava longu í dag eina verjuavtalu millum Kongaríkið og USA, sum gevur USA breiða atgongd til Grønland. Og vit, frá Kongaríkinum, hava gjørt stórar íløgur í trygdina í Arktis, sigur hon.

Samstundis "heitir hon harðliga á USA um at steðga hóttanunum móti einum søguliga tættum sameindum og móti einum øðrum landi og einum øðrum fólki, sum sera greitt hevur sagt, at tey ikki eru til sølu".

Útsøgnin frá donsku forsætisráðfrúuni kemur í kjalarvørrinum av samrøðu við amerikanska forsetan í miðlinum The Atlantic.

Her hevur Trump endurtikið, at USA "absolutt" hevur brúk fyri Grønlandi av verjuorsøkum.

– Vit hava absolut brúk fyri Grønlandi (we do need Greenland, absolutely, red.), segði Trump sambært miðlinum.

Viðmerkingin til The Atlantic kom í sambandi við eina samrøðu um amerikanska álopið í Venesuela.

Forsetin hevur eisini lýst Grønland sum "umgyrt av russiskum og kinesiskum skipum" sambært The Atlantic.

Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA "skal" hava tamarhald á Grønlandi.

Jens-Frederik Nielsen, sum er formaður í grønlendska landsstýrinum, hevur tó lagt dent á, at Grønland ikki kann takast.

Tað segði hann í nýggjársrøðu síni í vikuni.

– Vantandi virðingin og niðursetingin, sum er víst móti okkara landi, hevur rakt okkum øll, segði hann.

/Ritzau/