Bæði Løgmanskrivstovan og Forstætismálaráðið hava greitt frá fyrsta fundinum millum Mette Frederisken, forsætisráðfrú, og Beinir Johannesen, løgmann, sum var í gjár.
Løgmansskrivstovan hevur skrivað frá fundinum, at talan var um ein innleiðandi fund, har høvið var at tosa um samgonguskjølini hjá landsstýrinum og donsku stjórnini.
– Eg nýtti høvið at ynskja Mette Frederiksen til lukku við nýggju stjórnini og at útgreina setningarnar í føroyska samgonguskjalinum. Vit umrøddu eisini møguleikarnar fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og IOC umframt tættari samstarv við ES, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Løgmansskrivstovan skrivar eisini, at legði løgmaður dent á, at Føroyar og danskir ríkismyndugleikar mugu standa saman um at fyribyrgja, at rúsevni og rúsevnamisnýtsla taka meira dik á seg í Føroyum og at kunnað varð um, at landsstýrið raðfestir hetta økið ovarlaga, og átøk verða sett í verk í Føroyum í næstum.
Mette Frederiksen hevur lagt eitt reel á Facebook um fundin teirra millum.
Har skrivar hon soleiðis:
Mødtes med Beinir Johannesen. Mit første møde med den nye lagmand på Færøerne.
– Igennem familiers bånd, historie og kultur har Danmark og Færøerne i mange år været tæt forbundne. Det skal vi blive ved med at være.
– Respekt og dialog er vigtig. Og at vi lytter til hinanden, så vores to lande kan udvikle sig sammen. Det gjorde vi i dag.
Kære Beinir. Jeg glæder mig til samarbejdet.
##med2##
##med3##
##med4##














