Síðani stutt eftir midnátt í nátt hava umfatandi KT-trupulleikar verið kring heimin, og hesir hava ávirkað flogferðslu, heilsuverk, bankakervi, handilsfyritøkur, samskifti og annað.
Orsøkin er, at ein dagføring av antivirusforritinum CrowdStrike miseydnaðist, og tað hevur serliga rakt teldur við stýriskipan frá Microsoft.
Dagføringin hevur við sær, at teldur sløkna og fáast ikki at tendra aftur.
Microsoft sigur sambært Ritzau, at tey arbeiða við at loysa trupulleikarnar, og at tey síggja framstig. Tey duga tó ikki at siga, nær trupulleikarnir eru loystir.