Síðani ársskiftið er virðið á Microsoft vaskið við 3,3 prosentum, og hesin vøkstur hevur við sær, at Microsoft hevur yvirhálað Apple sum mest verda børsskrásetta fyritøka í heiminum.
Bæði Microsoft og Apple eru kt-fyritøkur, sum kappast um at skapa tær røttu vørurnar og tænasturnar til tíðina og framtíðina.
Microsoft er sambært CNN nú vert 19.667 milliardir krónur. Og tað er nakað meira enn Apple. Annars hevur Apple verið tann mest verda fyritøkan í longri tíð.
Menningin av vitlíki hevur havt positiva ávirkan á Microsoft, sum sambært greinarum hevur havt eina greiðari ætlan enn Apple. Microsoft hevur megnað at sannført íleggjarar um, hvussu fyritøkan fer at vinna pengar burtur úr vitlíki. Eitt nú var Microsoft skjótari enn onnur at brúka ChatGPT inni í fleiri av sínum forritum og vørum.
Apple hevur havt onkrar trupulleikar á bæði heimliga og kinesiska marknaðinum. Í Kina skulu myndugleikarnir hava viðvirkað til, at sølan av iPhone er minkað, og í USA hevur Apple fingið forboð fyri at selja seinastu sløgini av Apple Watch, tí fyritøkan er løgd undir at hava brotið patent hjá øðrum.