Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, fyrireikar seg til fleiri vikur við landvirksemi í Iran.
Hetta skrivar Washington Post út frá ónevndum amerikanskum embætisfólkum.
Tað er framvegis óvist, um amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at góðkenna ætlanirnar, skrivar amerikanska blaðið.
Hetta verður ikki ein innrás í fullum máti. Í staðin eru sambært blaðnum ætlanir gjørdar um álop, sum verða framd av serdeildum og vanligum infanterideildum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Um Trump góðkennir ætlanirnar, so merkir tað eitt nýtt stig í krígnum, sum kann vera munandi hættisligari fyri amerikanskar hermenn enn tær fyrstu fýra vikurnar. Tað skrivar Washington Post.
Umleið 300 amerikanskir hermenn hava fingið skaða, síðani kríggið í Iran byrjaði 28. februar. Hetta boðaði miðfyrisitingin hjá amerikanska herinum, Centcom, frá mikudagin.
Sjey amerikanskir hermenn eru dripnir í statunum í Flógvanum undir krígnum í Iran, skrivar tíðindastovan AFP, meðan seks eru dripnir í Irak.
Trump-stjórnin hevur sent amerikanskar flotahermenn til Miðeystur, nú kríggið í Iran fer í fimtu vikuna.
Trump hevur eisini ætlað at senda túsundtals hermenn frá 82. luftbornu deildini hjá amerikanska herinum til økið, skrivar Reuters.
Sambært BBC verður 82. luftborna deildin mett at vera ein av bestu vanligu stríðseindunum hjá amerikanska herinum.
Hermenninir eru útbúnir til at kunna verða settir út við fallskíggja ella tyrlu inn í eitt øki og taka ræðið á tí. Partar av deildini kunnu setast út hvar sum helst í heiminum uppá minni enn 18 tímar.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, helt fríggjadagin fast um, at USA kann náa sínum málum uttan at brúka herdeildir á landi. Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Sambært The Washington Post eru ætlanirnar hjá verjumálaráðnum um virksemi á landi komnar langt. Ein embætismaður sigur, at hetta er ikki planlegging í síðstu løtu.
/Ritzau/










